Starvsfólk
18. sep 2026
30.211 starvsfólk í august — 860 fleiri enn árið fyri

Í august vóru 858 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í august vóru 30.211 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 858 starvsfólk, ella 2,9 prosent, fleiri enn í august árið fyri. 

[px-graph-1]

Í august vóru slakir 15.400 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 520, ella 3,5 prosent, fleiri menn og 340, ella 2,3 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.

[px-graph-2]

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða alsamt fleiri

Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Næstan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan av monnum er tað bert fjórði hvør. 

[px-graph-4]

Gongdirnar niðanfyri vísa, at bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini, eru kvinnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, stendur talið nærum í stað.  

Hjá monnum er myndin øðrvísi. Gongdin á grafinum vísir, at menn, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini, tó er vøksturin minni enn hann var áðrenn 2020. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er rættiliga støðugt yvir tíð. 

[px-graph-4]

Talið serliga vaksið í vinnugreinini 'Almenn umsiting og verja'

Tvær tær størstu vinnugreinarnar eru 'Heilsu- og almannaverk' og 'Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar', sum báðar eisini høvdu ein vøkstur í starvsfólkaskara samanborið við august árið fyri. Tann seinna hevði størsta vøkstur í tali samanborið við sama mánað í fjør við 221 persónum. 

Aðrar vinnugreinar við stórum vøkstri í tali eru 'Flutnings- og goymsluvinnan' og 'Framleiðsluvinnan', har yvir 100 starvsfólk eru løgd afturat hvørjari í mun til í fjør.  

Í nøkrum vinnugreinum er talið hinvegin minkað, tá samanborið er við august í fjør. Í 'Landbúnaði, skógrøkt og fiskiveiðu' er talið minkað við 70 starvsfólkum, hetta kemur serliga av einari minking í uppsjóvarveiðu og aling.

[px-graph-3]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri,  búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil)  eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. 

Orðalýsingar:

  • Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
  • Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar.
  • Undir privatum ræði fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • Undir almennum ræði fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
PX Web Graph News
Viðm.: Sí lýsing av 'ræði' niðast á síðuni.
Viðm.: Sí lýsing av 'ræði' niðast á síðuni.