Starvsfólk
19. okt 2026
30.576 starvsfólk í september — vøksturin er 1,7 prosent

Í september vóru 508 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 1,7 prosent.

Í september vóru 30.576 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 508 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn í september árið fyri. Starvsfólkatalið er støðugt vaksandi. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

[px-graph-1]

Í september vóru 15.600 menn og slakar 15.000 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Fyri menn er hetta ein vøkstur á 1,8 prosent og fyri kvinnur ein vøkstur á 1,6 prosent samanborið við sama mánað árið fyri.

[px-graph-2]

Flest arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði

Meira enn helvtin, 57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. Verður hugt at kynum hvør sær sæst, at størsti partur av kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan hjá monnum er tað fjórði hvør. 

[px-graph-4]

Gongdirnar niðanfyri vísa, at bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini, eru kvinnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, stendur talið av kvinnum nærum í stað.  

Hjá monnum er myndin øðrvísi. Gongdin á grafinum vísir, at menn, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er rættiliga støðugt yvir tíð. 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í Flutnings- og goymsluvinnuni

Vinnugreinarnar við størsta vøkstri vóru 'Flutnings- og goymsluvinna' og 'Gisting og matstovuvinna' har ávíkavist 118 og 114 starvsfólk eru løgd afturat hvørjari í mun til í fjør. Í vinnugreinini 'Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar', eru 100 starvsfólk løgd afturat samanborið við september í fjør.

Hinvegin er talið minkað við 107 starvsfólkum í vinnugreinini 'Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða'. Hetta kemur serliga av einari minking í aling.

[px-graph-3]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin um starvsfólk fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri,  búsitandi í Føroyum, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS). Harafturat telja persónar í fyribils fráveru (t.d. sjúka og barsil)  eisini við, sjálvt um teir fáa løn ella ikki. 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. 

Orðalýsingar:

  • Starvsfólk (høvuðstarv) er samlað tal av persónum í starvi. Starvið tekur støði í hvar persónurin fær størstu lønina frá. Ein persónur telur bert einaferð.
  • Høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara, sum útgoldna lønin kemur frá. Ein arbeiðsgevari verður bólkaður í høvuðsvinnugrein eftir hvar størsta virksemi er skrásett. Í teimum førum, har ein persónur fær løn frá fleiri arbeiðsgevarum, verður høvuðsvinnugrein sett til tann arbeiðsgevara, ið hevur goldið størstu upphæddina. Høvuðsvinnugrein er ikki neyðturviliga sama vinnugreinin, sum persónurin arbeiðir í, eftirsum ein arbeiðsgevari kann hava fleiri vinnugreinar.
  • Undir privatum ræði fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • Undir almennum ræði fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
PX Web Graph News
Viðm.: Sí lýsing av 'ræði' niðast á síðuni.
Viðm.: Sí lýsing av 'ræði' niðast á síðuni.