Almennar útreiðslur
10. okt 2025
Almennu útreiðslurnar vóru 15 milliardir krónur í 2024

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru 15,1 milliard krónur í 2024, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 14,8 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 224 milliónir krónur í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, danskar ríkisstovnar í Føroyum og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.
[px-graph-1]
Framvegis stórar íløgur í kommunala geiranum
Samanlagt eru almennu íløgurnar minkaðar nakað í 2024 samanborið við 2023, men tá hugt verður eftir almennu undirgeirunum sæst, at kommunurnar halda á fram við stóru íløgunum, ímeðan landið brúktið nakað minni til íløgur í 2024. Samanlagt brúkti landið 224 milliónir krónur minni uppá tunnilsgerð í 2024 enn í 2023 og tað sæst aftur í íløgum hjá landinum.
Eins og í 2023, vóru tað íløgur í ítróttaranlegg og vegir sum fyltu mest í kommunala geiranum. Kommunurnar gjørdu íløgur í ítróttarannlegg fyri 390 milliónir krónur í 2024. Tað eru slakar 93 milliónir krónur meir enn í 2023. Størstu einstøku íløgurnar vóru stórhøllin við Tjarnir og svimjihyljarnir í Havn og Runavík. Hóast íløgur í vegir minkaðu nakað í 2024, gjørdu kommunurnar framvegis íløgur í vegir fyri 277 milliónir krónur í árinum.
[px-graph-2]
Flestar útreiðslur til aldurdóm
Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipaði virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd' sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru 5,2 milliardir krónur í 2024 og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu almennu útreiðslunum.
Nærum helvtin av útreiðslunum til almannavernd, 2,4 milliardir krónur, vóru útreiðslur og veitingar í samband við aldurdóm. Tað er 233,5 milliónir krónur ella 10,7 prosent meira enn í 2023. Her vóru tað ikki íløgur, men rakstrarútreiðslur og veitingar sum drivu vøksturin.
Serliga eru tað lønir til starvsfólk innan eldraøkið, sum eru nógv vaksnar. Lønir og atknýtt gjøld vuksu úr 618 milliónum krónum í 682 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 10,4 prosent. Øktu lønargjaldingarnar koma helst av lønarlyftinum til ávísar fakbólkar, sum kom í gildi í januar 2024. Fólkapensjónsútgjøldini vuksu 5,5 prosent og vóru 729 milliónir krónur í 2024, ímeðan útgjøldini úr Samhaldsfasta vuksu 5,7 prosent og vóru 713 milliónir krónur í 2024.
Vøksturin í lønargjaldingum var eisini stórur í bólkunum 'Sjúka og avlamni' og 'Familja og børn', ávikavist 11,6 posent og 11,7 prosent. Hesir bólkar umfata í stóran mun starvsfólk í Almannaverkinum og á dagstovnaøkinum.
[px-graph-3]
Ymiskt hvussu norðurlendsku skattakrónurnar verða raðfestar
Í grannalondunum, telur almannavernd eisini størsta partin av almennu útreiðslunum. Ymiskt er tó hvussu londini raðfesta hini økini. Í Føroyum fara 16,3 prosent av almennu útreiðslunum til ’búskaparviðurskifti’, sum í høvuðsheitum eru vegir og tunlar, meðan tey í grannalondunum hava næstflestar útreiðslur innan heilsuøkið.
[px-graph-4]
Stutt um almennu útreiðslurnar
Almennu útreiðslurnar eru gjørdar upp eftir COFOG (Classification of the Functions of Government), sum er ein altjóða flokking av almennum útreiðslum skiftar á virkisøki og geira, so hagtølini eru sambærlig við onnur lond.