Arbeiðsloysi
24. nov 2022
Arbeiðsloysið 0,7% í oktober — enn á søguliga lágum stigi

Arbeiðsloysið hevur verið 0,7% síðani august í ár. Í Eysturoy er arbeiðsloysið 0,3%.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,7% í oktober, ið svarar til góð 200 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8% í oktober í fjør, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í oktober vóru 232 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Arbeiðloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum

Í oktober var arbeiðsloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 108 fulltíðararbeiðsleysar menn og 96 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og og 0,8% kvinnum.

[px-graph-2]

Lægst í Eysturoy

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni við 0,3% og í Vágum 0,4%. Í Suðuroy var arbeiðsloysið 1,7% og í Sandoynni 1,3%.

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,4% og hægst millum tey 35-44 ára gomlu við 0,9%. 

[px-graph-5]

15% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í oktober vóru 35 persónar ella 15% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 47 persónar ella 16% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

 

Rætting til uppgerðina í september

Ein tøkniligur feilur í samband við endurskoðanina av arbeiðsloysistølunum síðsta mánað hevði við sær, at persónar, sum fingu forsorg vegna arbeiðsloysi í Almannaverkinum, ikki vórðu taldir við í uppgerðartíðarskeiðnum juni í 2022 til september í 2022. Talan er um 30-40 fólk, sum vantaðu í arbeiðsloysisuppgerðini. Umberið mistakið. 

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News