Arbeiðsloysi
25. jun 2026
Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í mai

Í mai var arbeiðsloysið 0,8 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í mai vóru 308 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 63 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í mai vóru tað 252 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 47 færri enn í mai í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í mai vóru 120 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 97, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er óbroytti í mun til árið fyri.
Av monnum vóru 188 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 156, sum svarar til 1 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri.
[px-graph-3]
Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í mai var arbeiðsloysið minst í Vága og Norðoya økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,3 prosentum, sum tó er eitt heilt prosentstig lægri samanborið við mai í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Eysturoyar øki, Norðoya øki, Sandoyar øki, Streymoyar øki (norður), Streymoyar øki (suður), Suðuroyar øki, Vága øki.
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minkað í yngsta aldursbólkinum
Størsta arbeiðsloysið í mai var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,2 prosentum, sum er ein minking á 0,2 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri. Størsta minking hevur verið í yngsta aldursbólkinum (16-24 ár) við 0,5 prosentstigum, sum nú hevur minsta arbeiðsloysið við 0,4 prosentum.
[px-graph-5]
Fimtan prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 29 prosent, av teimum arbeiðsleysu í mai høvdu verið arbeiðsleys millum 3 til 6 mánaðar.
Í mai vóru 46 persónar ella 15 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Talið av langtíðararbeiðsleysum er rættiliga støðugt yvir tíð.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.