Arbeiðsloysi
25. sep 2026
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august

Í august var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í august vóru 336 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 38 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í august vóru tað 276 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 34 færri enn í august í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í august vóru 125 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 102, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað árið fyri.
Av monnum vóru 211 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 174, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er ein minking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir bústaðarøki. Í august var arbeiðsloysið minst í Norðoya og Sandoyar økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,9 prosentum, sum er 0,3 prosentstig lægri samanborið við august í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Eysturoyar øki, Norðoya øki, Sandoyar øki, Streymoyar øki (norður), Streymoyar øki (suður), Suðuroyar øki, Vága øki.
[px-graph-4]
Minst hjá teimum yngstu og elstu
Størsta arbeiðsloysið í august var millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við ávíkavist 1,2 og 1,3 prosentum. Hjá teimum 25-34 ára gomlu er tað ein minking samanborið við í fjør, meðan arbeiðsloysið hjá teimum 35-44 ára gomlu er voksið eitt vet. Minsta arbeiðsloysið var hjá yngsta (16-24 ár) og elsta (55-66 ár) aldursbólkunum við 0,6 prosentum.
[px-graph-5]
Tólv prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 36 prosent, av teimum arbeiðsleysu í august høvdu verið arbeiðsleys millum 1 og 3 mánaðar.
Í august vóru 39 persónar ella gott og væl 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Talið av langtíðararbeiðsleysum er rættiliga støðugt yvir tíð.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.