Arbeiðsloysi
25. aug 2026
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í juli

Í juli var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í juli vóru 323 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 53 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í juli vóru tað 288 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 38 færri enn í juli í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í juli vóru 131 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 117, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn árið fyri.
Av monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 171, sum svarar til 1 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri.
[px-graph-3]
Suðuroyar øki størsta arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í juli var arbeiðsloysið minst í Vága og Norðoya økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 2,2 prosentum, sum er 0,2 prosentstig lægri samanborið við juli í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Eysturoyar øki, Norðoya øki, Sandoyar øki, Streymoyar øki (norður), Streymoyar øki (suður), Suðuroyar øki, Vága øki.
[px-graph-4]
Minst hjá teimum yngstu og elstu
Størsta arbeiðsloysið í juli var millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við 1,3 prosentum. Hjá tí fyrra er tað ein minking samanborið við í fjør, men ein vøkstur hjá tí seinna. Minsta arbeiðsloysið var hjá yngsta (16-24 ár) og elsta (55-66 ár) aldursbólkunum við 0,6 prosentum.
[px-graph-5]
Tólv prosent hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 35 prosent, av teimum arbeiðsleysu í juli høvdu verið arbeiðsleys millum 1 og 3 mánaðar.
Í juli vóru 40 persónar ella 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Talið av langtíðararbeiðsleysum er rættiliga støðugt yvir tíð.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.