Arbeiðsloysi
25. nov 2025
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

Samanborið við sama mánað í fjør er hetta óbroytt. Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum enn hjá monnum.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í oktober var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er á sama støði, sum fyri einum ári síðani. 

[px-graph-1]

Í oktober vóru 303 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 34 færri enn í sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í oktober vóru tað 264 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 12 færri enn í oktober í fjør. 

[px-graph-2]

Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum 

Í oktober vóru 116 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 13 færri samanborið við sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 101, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er sama prosent sum í sama mánað árið fyri. 

187 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 21 færri enn í oktober í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 163, sum svarar til 1,0 prosent. Hetta er óbroytt ið mun til sama mánað í fjør.

[px-graph-3]

Suðuroyar øki størst arbeiðsloysi

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í oktober var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 1,5 prosentum. Hetta er 0,5 prosentstig hægri enn í oktober í fjør. Lægsta arbeiðsloysið var í Norðoya øki við 0,4 prosentum.

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki

[px-graph-4]

Arbeiðsloysið minkað í yngru aldursbólkunum 

Størsta arbeiðsloysið í oktober var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum, hóast tey høvdu eina ta størstu minkingina við 0,2 prosentstigum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár við 0,5 prosentum, sum er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Í hinum aldursbólkunum er minni broyting. 

[px-graph-5]

Ein av átta hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, 29 prosent ella 89 persónar, av teimum arbeiðsleysu í oktober høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. 

Í oktober vóru 41 persónar ella góð 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama sum í fjør. 

[px-graph-6]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. 

Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

 

PX Web Graph News