Arbeiðsloysi
30. sep 2025
Arbeiðsloysið var 1 prosent í august

Í august var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
Í august vóru 298 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 4 færri enn august í fjør. 353 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 33 færri enn í sama mánað árið fyri.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum
Í august vóru 130 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 46 færri samanborið við sama mánað í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 110, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
223 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 13 fleiri enn í august í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,1 prosent við 188 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Suðuroyar øki størst arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í august var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 2,1 prosentum. Hetta er 0,4 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Lægsta arbeiðsloysið var 0,6 prosent, sum er í Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar økjum.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið størst millum tey 25 til 34 ára gomlu
Størsta arbeiðsloysið í august var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár og 55 til 66 ár við 0,7 prosentum.
[px-graph-5]
Tólv prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, góð 35 prosent ella 125 persónar, av teimum arbeiðsleysu í august høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.
Í august vóru 42 persónar ella sløk 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Tríggir persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í august samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu tíggju prosent.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.