Arbeiðsloysi
25. mar 2026
Arbeiðsloysið var 1 prosent í februar

Í februar var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Í februar vóru 352 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 61 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í februar vóru tað 301 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 32 færri enn í februar í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í februar vóru 134 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 114, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri.
217 menn vóru raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 187, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri.
[px-graph-3]
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í februar var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki við 0,5 prosentum, sum er 0,3 prosentstig minni enn í sama mánað árið fyri. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,6 prosentum, sum er 0,1 prosentstig hægri samanborið við februar í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minkað í yngsta aldursbólkinum
Størsta arbeiðsloysið í februar var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár og 45-54 ár við 0,7 prosentum. Størsta minking var í yngsta aldursbólkinum við 0,3 prosentstigum.
[px-graph-5]
Ein av átta hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, sløk 30 prosent, av teimum arbeiðsleysu í februar høvdu verið arbeiðsleys millum 3 til 6 mánaðar.
Í februar vóru 44 persónar ella 12,5 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama talið av persónum sum í fjør.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.