Gjaldsjavni
09. okt 2025
Avlopið á gjaldsjavnanum er góðar 600 milliónir krónur hægri enn í 2023

Stór avlop hava verið á rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013. Í 2024 vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar úr útlondum 18,5 milliardir krónur. Útreiðslurnar vóru knappar 16,6 milliardir krónur í 2024. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum á 1,9 milliardir krónur.
[px-graph-1]
Vørujavnin vísur eitt avlop á knappar 900 milliónir krónur, og tænastujavnin vísur 39 milliónir krónur í avlopi. Lønarflytingarnar og rakstrarflytingarnar geva eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 585 og 486 milliónir krónur. Hinvegin er hall av fíggjarinntøkunum, har útlendingar hava fingið 1,4 milliardir í avkasti av teirra íløgum í Føroyum, meðan føroysku íløgurnar í útlondum kastaðu 1,3 milliardir krónur av sær.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at sølan av tænastum uttanlands vaks úr 2,6 milliardum krónum í 2023 upp í 3,6 milliardir krónur í 2024. Eitt nú øktist útflutningurin av flutningstænastum knappar 800 milliónir krónur.
[px-graph-2]
Stutt lýsing av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans
Uppgerðin av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fevnir um vøruhandil, tænastuhandil, inntøkuflytingar til og frá útlondum, ið eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgum í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á inn- og útlán og vøru- og tænastukredittir. Rakstrarflytingar eru fyrst og fremst einvegis flytingar uttan eitt beinleiðis mótkrav frá móttakara. Hetta er eitt nú flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.
Uppgerðin gevur innlit í, hvat slag av tænastum, inntøkuflytingum og rakstrarflytingum, eru millum Føroyar og umheimin.
Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.