Fiskiveiða

Avreiðingarnar dagførdar til november 2019

Uppgerðin av avreiðingunum fyri ellivu mánaðir í 2019 er til taks í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

j

Avreiðingarnar eru uppgjørdar í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið.