Nøvn
01. sep 2026
Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025

Onnur vælumtókt nøvn til nýføddar dreingir í 2025 vóru Gilli, Hákun og Gabriel

Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025. Sjey dreingir vóru nevndir Brandur og sjey Elias. Næst eftir teimum var navnið Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir í 2025. Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Hákun og Gabriel, sum fimm dreingir vóru nevndir. 

[px-graph-1]

Bæði Brandur og Elias eru nøvn, sum hava verið vælumtókt seinastu árini. Bæði nøvnini hava tvær ferðir áður verið best umtóktu nógv á dreingjum, millum annað í 2023, tá tey vóru ovast og næstovast á listanum yvir best umtóktu nøvn á dreingjum. 

Síðani 1988 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 Elias. Við ársenda í fjør vóru 144 menn við navninum Brandur búsitandi í Føroyum, meðan menn við navninum Elias vóru 118 í tali.  

[px-graph-2]

Nøvnini Gilli, Hákun og Gabriel, sum eisini vóru vælumtókt í 2025, hava ikki verið brúkt líka nógv sum Brandur og Elias seinastu árini. Navnauppgerðin, sum gongur aftur til 1985, vísir, at 44 dreingir hava fingið navnið Gilli síðan tá, meðan 58 hava fingið navnið Hákun og 21 hava fingið navnið Gabriel. Gabriel er tað nýggjasta av hesum trimum, og var fyrstu ferð við í uppgerðini í 2003.  

Eitt av nýggjaru nøvnunum í Føroyum var eisini vælumtókt dreingjanavn í 2025. Fýra dreingir vórðu nevndir Atlas. Atlas er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2019 var eingin nevndur Atlas.

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

PX Web Graph News