Eldrarøkt
13. aug 2021
Búplássini í eldrarøktini einki broytt seinastu 5 árini

Tað vóru 642 búpláss í teim átta kommunalu samstarvsøkjunum í oktober í 2020, einans 4 fleiri enn í 2015. Talið av búfólkum er heldur ikki broytt hesi árini: tey vóru 621 í 2015 og 620 í 2020.

Í sama tíðarskeiði er talið av fólki 67 ár og eldri vaksið við 1.097 fólkum, og talið av fólki 80 ár og eldri er vaksið við 105.

t1

Í yvirlitinum sæst, at í ymisku samstarvsøkjunum eru nøkur búpláss færri enn fyri 5 árum síðani, í øðrum nøkur fá fleiri, í øðrum aftur er talið óbroytt. Tilsamans fyri alt landið er talið av búplássum broytt eitt vet, eins og talið av búfólkum.

Avleiðingin av at fólkatalið veksur, meðan talið av búplássum er bert er lítið broytt, sæst í myndini niðanfyri, tá vit rokna búplássini í mun til fólkatalið. Í 2015 vóru 8,9 búpláss fyri hvørji 100 fólk, 67 ár og eldri. Í 2020 var hetta talið minkað til 7,8.

m1

Stórur munur er eisini á ymisku samstarvsøkjunum, hvussu nógv búplássini eru fyri hvørji 100 fólk sum eru 67 ár og eldri. Í 2020 var hetta talið hægst við umleið 10 í Sandoyarøkinum, VEKS-økinum (Vestm., Eiðis, Kvív. og Sunda k.) og Roðanum (Skálafjarðarøkinum), gott 8 í Norðoyggjum, umleið 7 í Suðuroy, Tórshavn og Nánd-økinum (Fuglafj. og Eystur k.) og í Vágum.

Knappliga tveir triðingar av búfólkunum eru 85 ár og eldri, og tveir triðingar eru konufólk

Tá hugt verður eftir aldurs- og kynsbýtinum hjá búfólkunum sæst, at nógv tey flestu, 61%, eru 85 ár og eldri. Hinvegin eru bert 8% yngri enn 75 ár.

"

Kynsbýtið er nøkulunda javnt heilt upp til 80 ára aldur. Men í aldursbólkinum 85 ár og eldri er sera stór yvirvág av konufólki við 275 mótvegis 105 mannfólkum.

"

Verður hugt eftir, hvussu stórur partur av hvørjum aldursbólki er á ellis- og røktarheimi ella sambýli, eru tað 11% av av teimum 80-84 ára gomlu og 31% av teimum 85 ára gomlu og eldru.   

Samstarvsøkini eru:

Norðoyggjar: Norðoya bú- og heimatænasta
Nánd: Fuglafjarðar og Eystur kommunur
Roðin: Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur
Tórshavn: Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu
VEKS: Vestmanna, Eiðis, Kvívikar og Sunda kommunur
Vágar: Vesturvón, heimatænastan í Vágum
Sandoy: Økistænastan í Sandoyar sýslu
Suðuroy: Bú- og Heimatænastan í Suðuroy