Deyðaorsakir
12. jun 2020
Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt

Síðstu tjúgu árini er livialdurin øktur munandi, eins og stórar broytingar eru í teim orsøkum, vit doyggja av.

Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 1998 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum drongjabarni 75,1 ár og gentubarni 81,4 ár. Nú er hann 80,4 hjá drongjabarni og 85,3 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við góðum 5 árum hjá mannfólki og 4 árum hjá konufólki.

Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí nógv mest vanligu høvuðsatvoldini, hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin eru tað fleiri aðrar ymiskar deyðaorsøkir, ið nú gera seg meira galdandi.

"

Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2018, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er javnari millum kynini.

"

"

Hyggja vit at gongdini síðstu tjúgu árini, sæst bæði hjá monnum og kvinnum, at størsta broytingin nógv færri doyggja av hjarta og æðrasjúkum. Fyri 15-20 árum síðani var talið um 80-90 árliga og er nú komið niður á 50-60 árliga. Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki.

Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær nógvu ymisku deyðaorsøkirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “annað”, nú tilsamans koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsøkirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðaorsøkirnar undir felagsheitinum "annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsøkirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsøkirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið.

Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 1998 til 2018.

"

"

Í Hagtalsgrunninum eru talvur við nógv meira útgreinaðum deyðaorsøkum, eisini eftir aldri hjá fólki.