Fólkatal

Fólkatalið aftur á 52-túsund

Eftir minkingina í heyst, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum, er fólkatalið nú komið uppaftur á 52-túsund.

Fólkatalið var 51.999 tann 1. nov. og vaks sostatt við 806 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá 1. nov. 2018 til 1. nov. 2019. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272 og eini nettotilflyting á 534. Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, í tali størstur í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga størstur í Eysturoy og Vágum, nakað minni í Streymoy og Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy.

Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, eru vit nú vorðin um 52.000. Hesi fimm árini er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast umleið 70 fólk afturat mánaðarliga, og trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í eini 140 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp móti eini 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital útvið eini 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Ójavnur vøkstur um landið

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 321 fólkum og í Eysturoy við 268. Síðan koma, Norðoyggjar við 97 fólkum, Vágar við 79, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 25 fólkum og Suðuroy við 19 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við 3.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,4%, Eysturoy við 2,3% og síðani Tórshavnarøkið og Norðoyggjar við 1,6% hvør. So er eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,5% og Suðuroy við 0,4%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,2%.

Miðøkið - Streymoy, Eysturoy og Vágar - tekur meginpartin av fólkavøkstrinum

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum tó er javnt stórur við teirra part av øllum fólkatalinum.

Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 268 fólk svarar til stívliga 33% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva stívliga 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 321 fólk, svarandi til 40% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og vøksturin her svarar júst til teirra part av øllum fólkatalinum.

Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 10%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja %.

Íkastið frá ávikavist burðaravlopið og nettotilflyting sera ymiskt kring landið

Broytingin í fólkatalinum, vøkstur ella minking, kemur lutvíst av burðaravlopinum og lutvíst av nettoflytingini.

Av myndini omanfyri sæst, at í Vágum, Eysturoy og Norðoyggjum er tað nettoflytingin, ið hevur mest at siga fyri fólkavøksturin, serliga í Vágum og Eysturoy. Tá tað kemur til íkastið frá burðaravlopinum er tað javnt ovast í Eysturoy og Streymoy, eitt sindur minni í Vágum og Norðoyggjum, meðan tað er beinleiðis negativt bæði í Sandoy og Suðuroy, serliga í Sandoyar sýslu, har negativa burðaravlopið er størri enn nettoflytingin og tí førir til eina minking í fólkatalinum.

Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100:  meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 319 fólkum, Runavíkar við 106 og Klaksvíkar við 93. Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin hjá kommunum í Eysturoy og í Vágum. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 4,3%, Eiðis kommunu við 3,2%, Runavíkar kommunu við 2,6% og Eystur kommunu við 2,3%.
Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,5%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,0% og í Vágum vaks Sørvágs kommuna við 2,6 % og Vága kommuna við 2,3%.

Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum, meðan fólkatalið minkar í 7.
Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.


Vøkstur í stóru oyggjunum - av útoyggjum minkar í Skúgvi og í Hesti

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy og Streymoy. Óbroytt í Sandoy.

Av smærri oyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy og Kunoy, meðan tað minkar í Viðoy, í Hestoy og Skúvoy. Her er Skúvoy nú komin niður á 30 fólk og Hestoy farin niður um 20. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti. Hinar útoyggjarnar halda tørn.

"


Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.