Gistingar
01. apr 2026
Fleiri útlendskir gestir í stutttíðarleigumálum enn á gistingarhúsunum

Í 2024 vóru góð 1.200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. Ein lítil helvt av leigumálunum, sløk 550 ella 45 prosent, vóru tøk meginpartin av tíðini til stutttíðarleigu. Ein stór helvt, knøpp 660 leigumál ella 55 prosent, vóru tøk av og á.
Allar flestu stutttíðarleigumálini vóru býli, so sum sethús og íbúðir. Býlini vóru 93 prosent av stutttíðarleigumálunum. Hini sjey prosentini vóru ikki býli, eitt nú neyst og húsvognar.
Á leið helvtin av stutttíðarleigumálunum - 48 prosent - vóru í Suðurstreymoy, hin helvtin uttanfyri Suðurstreymoy.
Fleiri útlendskir gestir gista í stuttíðarleigumálunum
Nærum eins nógvir gestir vóru í stutttíðarleigumálum sum á gistingarhúsunum í 2024. Tað vóru góðir 90.000 gestir, sum gistu í stutttíðarleigumálum. Til samanberingar gistu 95.000 gestir á gistingarhúsunum sama tíðarskeið.

Hinvegin vóru útlendsku gestirnir í stuttíðarleigumálum fleiri enn á gistingarhúsunum. Allar flestu gestirnir, 94 prosent, í stutttíðarleigumálunum vóru útlendskir. Til samanberingar vóru 62 prosent av gestunum á gistingarhúsunum útlendskir sama tíðarskeið. Tað svarar til ávikavist 85.000 útlendskar gestir í stutttíðarleigumálum og 60.000 útlendskar gestir í gistingarhúsunum.

Gista longri í stutttíðarleigumálum
Gestirnir gistu fýra nætur í miðal í stutttíðarleigumálunum. Tað er væl longri enn gestirnir á gistingarhúsunum, sum gista 2,4 nætur í miðal. Til samanberingar vóru fólkanæturnar 359.000 í tali í stutttíðarleigumálunum og 230.000 á gistingarhúsunum.

Stutttíðarleigan er 12 prosent av samlaðu søluni til útlendsk ferðafólk
Hagstova Føroya hevur gjørt samlaðu søluna ella umsetningin til útlendsk ferðafólk upp í fleiri ár, tó uttan stutttíðarleigu til útlendsku ferðafólkini. Nú stutttíðarleigan er gjørd upp, er fyrstu ferð ein fullfíggjað uppgerð av samlaðu søluni til útlendsk ferðafólk.
Sølan av stuttíðarleigu til útlendsku ferðafólkini var 152 milliónir krónur í 2024. Tað svarar til knøpp 12 prosent av samlaðu søluni til útlendsk ferðafólk.
Stutt um háttalagið
Upplýsingar um talið av stutttíðarleigumálum eru savnaðar umvegis altjóða bíleggingarsíður, eitt nú Airbnb og Booking.com fyri allar mánaðir í 2024. Hvørt stutttíðarleigumál er eyðmerkt og tryggjað er, at somu leigumál ikki telja við fleiri ferðir.
Spurnakanning er gjørd millum útleigarar og veitarar av stutttíðarleigu. Úrslitini frá spurnakanningunum eru, saman við viðkomandi upplýsingum úr skráum, nýtt sum grundarlag fyri hagtølunum.
Skynað er millum stutttíðarleigumál, sum eru tøk meginpartin av tíðini og leigumál, sum eru tøk av og á. Í leigumálum, sum eru tøk av og á, eru skrásett fastbúgvandi fólk. Í leigumálum, sum eru tøk meiginpartin av tíðini, eru eingi fólk skrásett at búgva.
Leigumál, sum verða roknað sum býli, eru leigumál við skrásettari adressu. Talan kann til dømis vera um eini sethús, eina íbúð ella eitt kamar. Leigumál, sum ikki verða roknað sum býli, eru leigumál uttan skrásetta adressu. Talan kann vera um eitt neyst ella ein húsvogn.