Fólkatal
12. sep 2022
Fólkatalið er nú 54.200 - vøksturin er 1,3%

670 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. august búðu 54.200 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiðið, tá fólkatalið vaks við 1,5%.

Áhaldandi vøksturin, sum hevur verið at sæð í fólkatalinum seinastu árini, er viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Hetta hómast í myndini niðanfyri, har trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. Íkastið frá burðaravlopinum er nógv minkað, men partur av minkingini verður tó uppvigaður av einari lítlari øking í nettoflytingini.

[px-graph-1]

Talvan niðan fyri vísir broytingar í fólkatalinum í seinasta og í undanfarna tíðarskeiði. Ein fjórðingur av vøkstrinum hetta tíðarskeiðið kemur av einum burðaravlopi á 160 fólk, og tríggir fjórðingar koma frá eini nettoflyting á 510 fólk. Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.

Burðaravlopið er minkað í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur av, at færri eru fødd og fleiri eru deyð. Hinvegin er nettoflytingin økt í mun til undanfarna tíðarskeið. Gongd er aftur komin á flytingarnar, sum minkaðu nógv eftir at koronufarsóttin byrjaði at gera um seg. 

folk august

Ein lítil øking í nettoflytingini

Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini seinasta árið var gott 40 fólk í miðal mánaðarliga. Eins og trendurin í myndini niðan fyri vísir, so er hetta ein lítil øking samanborið við undanfarna tíðarskeið.

[px-graph-2]

Burðaravlopið nógv minkað

Talið av deyðum hevur verið hægri enn vanligt seinastu mánaðirnar. Í fleiri ár var gongdin tann, at í miðal 30 fólk doyðu um mánaðin. Seinastu seks mánaðirnar er hetta broytt, og nú doyggja um 45 fólk í miðal mánaðarliga. Skiftið sæst týðiliga aftur í trendinum í myndini niðanfyri. Trendurin vísir eisini, at føðitalið, sum vaks í 2020, nú er aftur á sama stigi sum frammanundan.

[px-graph-3]

Kommunurnar

Í mun til somu tíð í fjør er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, minkað í 14 kommunum og óbroytt í einari kommunu. 

Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, og tað svarar til 43% av fólkatalinum. Av teimum 23.000 eru 21.000 búsitandi í Tórshavn, Hoyvík og Argjum. Næststørsti vøkstur í tali var í Eysturkommunu, sum nú hevur 2300 íbúgvar. 

Lutfalsliga størsti vøkstur á heili 4,7% var í Nes kommunu. Sostatt nærkast fólkatalið í Nes kommunu 1500 fólkum. Somuleiðis var lutfalsliga stórur vøkstur í Eysturkommunu, Eiðis og Vestmanna kommunu. 

Fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Sands kommunu. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. august 2021 og 2022.

[px-graph-4]

 

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum