Fólkatal
11. jun 2021
Fólkatalið heldur fram við at vaksa

Gongdin í fólkatalinum heldur fram og 1. mai í ár búðu 53.305 fólk í Føroyum. Samanborið við somu tíð í fjør er hetta ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6%.

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

Síðan ársskiftið er fólkatalið vaksið við 380 fólkum. Vøksturin stavar frá eini nettoflyting á 275 fólk og einum burðaravlopi á 105 børn.

[px-graph-3]

Í apríl-mánaði í ár fluttu 111 fólk til Føroya og 57 fluttu úr Føroyum. Hetta gav eina nettoflyting á 54 fólk, sum er 23 fleiri enn í apríl í fjør. Tá fluttu 80 til Føroya og 49 úr Føroyum.

Apríl-mánaður í ár gav eitt burðaravlop á 17 børn. Tað er minkað við 11 samanborið við apríl í fjør, tá burðartalið var 11 hægri, meðan deyðatalið var tað sama.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Til- og fráflyting

 

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í føðitalinum og í deyðatalinum.

Fødd og deyð

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum fyri mai 2020 og mai 2021. Størsti vøksturin í tali er í teimum størstu kommununum, har Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79% av vøkstrinum.

[px-graph-1]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum