Gjaldsjavni
14. okt 2026
Føroyar høvdu góðar 10 milliardir krónur í nettoogn uttanlands í 2025

Ogn og skuld uttanlands eru gjørd upp til og við 2025. Ognir uttanlands er vaksnar góðar 2,3 milliardir krónum meðan uttanlandaskuldin er minkað góðar 3,1 milliard krónur.

Nettoogn føroyinga uttanlands vaks meira enn 5,4 milliardir krónur í 2025. Ognir føroyinga uttanlands vuksu við 2,3 milliardum krónum úr 47,4 milliardum krónum upp í nærum 50 milliardir krónur. Fíggjarlig feløg eiga størsta partin av hesum vøkstri. 

Uttanlandaskuldin minkaði við 3,1 milliard krónum úr 42,7 milliardum krónum niður í 39,6 milliardir krónur. Hetta komst serliga av, at ikki-fíggjarlig feløg minkaðu um sína skuld við stívliga 2,3 milliardum krónum. 

[px-graph-1]

Allir geirar hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við meira enn hálvari aðrari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Ikki-fíggjarlig feløg hava minkað nettoskuldina við yvir 2,7 milliardum krónum, og er nettoskuldin nú tað sama sum hon var í 2023.

Húsarhaldini hava vaksið um sínar ognir uttanlands við knappliga 700 milliónum krónum. Uttanlandsskuldin er minkað við nærum 230 milliónum krónum. Sostatt er nettoognin hjá húsarhaldunum vaksin við einari knappari milliard krónur.  

[px-graph-2]

Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Tó stavar vøksturin í ognum uttanlands frá størri beinleiðis íløgum.

Nærum helvtin av uttanlandsskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv. Henda skuldin er vaksin nógv øll árini fram til 2022. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Virðið á partabrøvunum minkaði yvir 3 milliardir krónur frá 2024 til 2025. Hinvegin er lániskuldin vaksin við 1,7 milliardum krónum upp í 10,6 milliardir krónur í 2025.  

[px-graph-3]

Ogn og skuld uttanlands

Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Uppgerðin er býtt á geirar og fíggjarslag. Geirarnir eru ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, almenn fyrisiting og tænasta og húsarhald. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld, eru millum annað beinleiðis íløgur, partabrøv, lánsbrøv, innlán og útlán. Um ein persónur, stovnur ella fyritøka eigur meira enn 10% í eini fyritøku verður hetta kallað ein beinleiðis íløga.

PX Web Graph News