Fólkatal
12. okt 2026
Góð 55.600 fólk búðu í Føroyum 1. september

1. september búðu 55.640 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 894 fólkum, ella 1,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var trífalt so stórur sum í undanfarna tíðarskeiði.

Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum seksfaldað í mun til undanfarna tíðarskeið. 
Ein stórur partur av flytingunum millum Føroyar og útlond fer fram um summarið. Mong flyta til Føroya í juli og uppaftur fleiri flyta úr Føroyum í august, millum annað í lestrarørindum. Tað sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað veksur fram móti august og síðani minkar aftur. Tað sæst aftur í myndini niðanfyri.

[px-graph-1]

Nettoflytingin økir um fólkavøksturin

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 
Fólkavøksturin á 894 fólk seinasta árið kom av einari nettoflyting á 699 fólk og einum burðaravlopi á 195 fólk. Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum seks ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

M09

Størri nettoflyting við og uttan bústaðartilknýti

Nettoflytingin var serliga stór seinasta árið og vaks úr 119 fólkum í undanfarna tíðarskeiði upp í 699 fólk. Av samlaðu nettoflytingini vóru 90 prosent fólk uttan bústaðartilknýti og 10 prosent fólk við bústaðartilknýti.

Vøksturin í nettoflytingini á nærum 600 fólk var tó meira javnt býttur. Umleið 60 prosent av vøkstrinum vóru fólk uttan bústaðartilknýti, meðan um 40 prosent vóru fólk við bústaðartilknýti. 

Broytingin var sostatt lutfalsliga stór í báðum bólkum. So mikið stór, at nettoflytingin millum fólk við bústaðartilknýti var positiv seinasta árið. Hetta er ein broyting frá fleiri undanfarnum tíðarskeiðum, har nettoflytingin millum fólk við bústaðartilknýti hevur verið negativ, og vøksturin í samlaðu nettoflytingini tí er komin frá fólki uttan bústaðartilknýti. Seinasta árið kom vøksturin í nettoflytingini sostatt frá báðum bólkum.

Talvan niðanfyri vísir flytingar skiftar á bústaðartilknýti. Hon vísir eisini, í hvønn mun nettoflytingin varð ávirkað av broytingum í til- og fráflyting seinastu tíðarskeiðini. 

Flytingar, bústaðartilknýti

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini er vaksandi, meðan gongdin í fráflytingini er spakuliga minkandi. Tað gevur samanlagt eina vaksandi nettoflyting.

[px-graph-3]

Vaksandi burðaravlop

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er vaksandi, meðan gongdini í deyðatalinum er meira støðug. Tað gevur samanlagt eitt vaksandi burðaravlop.

[px-graph-4]

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. Av bygdunum í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið lutfalsliga nógv á Argjum við 191 fólkum ella 7,5 prosentum. Hinvegin minkaði fólkatalið lutfalsliga nógv á Hvítanesi við 16 fólkum. Tað er næstan 15 prosent.

Næststørsti fólkavøkstur var í Runavíkar Kommunu, har fólkatalið vaks við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent. Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Sunda kommuna.

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyra kommunu við 29 fólkum ella 1,7 prosentum. Av bygdunum í Tvøroyra kommunu sæst ein lutfalsliga stór minking í Ørðavíkslíð við 10 fólkum ella 18,2 prosentum og í Trongisvági við 14 fólkum, sum er 2,7 prosent.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2025 og 2026.  

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum