Løn (A-skattað)
17. nov 2025
Góðar 13,5 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 6,7 prosent

Fiskiveiða og aling eigur ein triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við meira enn 50 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.

850 milliónir krónur, ella 6,7 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá november 2024 til oktober 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

[px-graph-2]

Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. 

[px-graph-1]

Løn í botnfiskiveiðu eigur fimtapart av samlaða vøkstri

Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru 176,8 milliónir krónur ella 55 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.  

Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 120 og 100 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á umleið seks prosent hvør. 

[px-graph-5]

Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum 

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. 

[px-graph-2]

Av vøkstrinum á 850 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 67 prosentum.  

Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 480 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 8,3 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin við 6,3 prosentum og 209 milliónum krónum.  

[px-graph-3]

Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri

Í oktober var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.735 krónur. Hetta eru 5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í oktober fingu kvinnur 30.424 krónur í miðal, sum eru 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 44.350 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 5,2 prosentum hjá monnum og 4,6 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.  

[px-graph-7]

Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 15,4 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,6 prosentum. Løntakarar búsitandi uttanlands eru ikki á kortinum. Hjá teimum er útgoldna lønin 1 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.  

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.

[px-graph-4]

Um lønarhagtølini

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

Orðalýsingar:

  • "Undir privatum ræði" fevnir um  "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
  • "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
PX Web Graph News
Viðm.: Sí niðast fyri lýsing av ræði.
Viðm.: Miðal verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð.