Løn (A-skattað)
15. okt 2025
Góðar 13,5 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 7,3 prosent

912 milliónir krónur, ella 7,3 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá oktober 2024 til september 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Botnfiskiveiðan vaksin við meira enn helvtini
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin víðari útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 164 milliónir ella 52 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist við 128 og 115 milliónum krónum, ið svarar til ein vøkstur á umleið sjey prosent hvør.
[px-graph-5]
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini.
[px-graph-2]
Av vøkstrinum á 912 milliónir krónur, áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur í krónum og prosentum. Teir áttu helmingin av vøkstrinum við 500 mió. kr, sum er ein vøkstur á næstan 9 prosent. Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin við 7,1 prosenti og 235 mió. kr.
[px-graph-3]
Miðallønin hjá kvinnum næstan triðingur lægri
Í september var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.983 krónur. Hetta eru 8 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Í september fingu kvinnur 30.007 krónur í miðal, sum er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 43.389 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 9,2 prosentum hjá monnum og 6,2 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Størsti lønarvøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki hava havt størsta vøkstur við 15,2 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 6 prosentum. Løntakarar búsitandi uttanlands eru ikki á kortinum. Hjá teimum er útgoldna lønin vaksin við 1,2 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Orðalýsingar:
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"