Arbeiðsmegi, kanning
13. mar 2026
Hægsti vinnutíttleiki í Eysturoyar øki

Í arbeiðsmegini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin fevnir um arbeiðsvirkin - sum eru starvsfólk og sjálvstøðug vinnurekandi - og arbeiðsleys. Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Vinnutíttleikin telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini.
Eysturoyar øki hevur støðugt havt hægsta vinnutíttleikan í Føroyum, og í 2025 var hann 86 prosent. Lægsti vinnutíttleiki er í Suðuroyar øki, har hann var 78 prosent.
Fimm av økjunum høvdu óbroyttan vinnutíttleika, meðan Norðurstreymoyar- og Suðurstreymoyar øki høvdu eina minking.
[px-graph-1]
Verður vinnutíttleikin í økjunum býttur á kyns sæst at tað ikki er serliga stórur munur á kynunum. Í fýra av økjunum liggja kvinnurnar eitt vet omanfyri, meðan tær hava lægri vinnutíttleika í hinum trimum. Suðurstreymoyar øki hevur størsta munin millum kynini, har menn liggja góð 4 prosentstig hægri enn kvinnurnar.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størst í Sandoyar øki
Arbeiðsloysisprosentið er parturin av arbeiðsmeginini, sum eru arbeiðsleys. Arbeiðsloysið í kanningini er ikki sambærligt við tey arbeiðsloysishagtølini, sum koma út mánaðarliga, ið einans er grundað á skráir hjá arbeiðsloysisskipanum.
Størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar øki, har tað var 1,9 prosent. Norðoya- og Norðustreymoyar øki høvdu minsta arbeiðsloysið við 0,6 prosentum.
[px-graph-3]
Býtt á kyn sæst, at í Sandoyar øki vóru tað flest kvinnur, ið vóru arbeiðsleysar við 2,3 prosentum. Í flestu økjum er tað tó menn, sum vóru fleiri.
[px-graph-4]
Um arbeiðsmegikanningina
Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður framd eftir altjóða leisti í samsvar við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum (ST). Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú í hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Altjóða leisturin fyrisetur at kanningin skal umfata allar persónar búsitandi í landinum í aldursbólkinum 15 til 74 ár. Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár og ásetur arbeiðsmegistøðuna fyri vikuna, sum 15. november er í.
Hagfrøðiliga endamálið við kanningini er at flokka persónar eftir, um tey vóru virkin í einum stuttum tilvísingartíðarskeiði. Flestu persónar verða flokkaðir sum arbeiðsvirknir ella arbeiðsleysir við støði í fullari teljing burtur úr almennum skráum. Á leið 9.500 persónar eru eftir, sum ikki kunnu flokkast. Av hesum verða 1.300 persónar tilvildarliga valdir at svara eini spurnakanning. Við støði í úrslitunum frá spurnakanningini og øðrum hagtalskeldum verða tey eftirverandi flokkaði.
Nýtt háttalag til uppgerðina av arbeiðsmegini
Eitt nýtt háttalag er ment fyri at gera eina neyvari uppgerð av føroysku arbeiðsmegini. Arbeiðsmegin er endurskoðað við nýggja háttalagnum aftur til 2015. Uppgerðin av arbeiðsmegin verður, eins og áður, í stóran mun gjørd við støði í skráum og spurnakanning fyri tann partin av fólkinum, sum ikki kann gerast upp úr skráum.
Áður hevur hesin seinni parturin av fólkinum, sum verður gjørdur upp við spurnakanning, verið upproknaður eftir aldri, kyn og bústaðarøki. Av tí, at Hagstova Føroya hevur fleiri og betri skipaðar upplýsingar, ber nú at gera betri ein betri myndil fyri hendan partin av fólkinum. Myndilin tekur støði í nógv fleiri upplýsingum enn teimum trimum áður nevndu. Nýggi myndilin greinar svarini um arbeiðsstøðu frá spurnakanningini við støði í eitt nú inntøku (herundir løn og veitingar), húskissamanseting, útbúgving, bústaðartilknýti, lestrarstøðu, hjúnabandsstøðu, aldri, kyni og bústaðarøki. Teir upplýsingar, sum í árinum vísa seg at vera bestar at greina svarini um arbeiðsstøðuna, verða nýttir at gera hendan partin av fólkinum upp.
Broyting í hagtølunum
Endurskoðanin við nýggja háttalagnum hevur við sær, at hagtøl um arbeiðsmegina eru broytt nakað. Serliga er arbeiðsmegin minkað eitt vet og tey uttanfyri arbeiðsmegina eru vorðin fleiri. Sí munin millum gomlu og nýggju uppgerðina av arbeiðsmegini niðanfyri.

Hagtølini undan 2015 byggja ikki á skráir, men eru burturav gjørd við spurnakanning. Av somu orsøk eru hagtøl fyri hesi árini ikki endurskoðaði.
Orðalýsingar:
- Arbeiðsmegin eru fólk, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Hetta fevnir um tey arbeiðsvirknu og tey arbeiðsleysu.
- Arbeiðsvirkin eru persónar, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum fyri løn, vinning ella feingi. Hetta fevnir um starvsfólk, vinnurekandi og tey fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
- Arbeiðsleys eru persónar, sum í tíðarskeiðnum einki arbeiði høvdu, søktu arbeiði og vóru tøk at byrja innan 2 vikur.
- Uttanfyri arbeiðsmegina eru persónar, sum í tíðarskeiðinum hvørki vóru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys. Hesi verða eisini nevnd ‘óvirkin’.
- Fólkatalið í hesari uppgerð er talið av fólki í arbeiðsførum aldri (15-74 ár).
- Vinnutíttleiki er arbeiðsmegin í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “activity rate”.
- Arbeiðsvirkin í % av fólkatalinum eru tey arbeiðsvirknu í prosent av fólkatalinum í arbeiðsførum aldri (15-74 ár). Á enskum nevnt “employment rate”.
- Arbeiðsloysi er arbeiðsleys í prosent av arbeiðsmegini.