Arbeiðsloysi
26. okt 2026
Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent

Býta vit á kyn er arbeiðsloysið hjá monnum vaksið 0,1 prosentstig, og hjá kvinnum er tað minkað 0,1 prosentstig. Í september í fjør var arbeiðsloysið eisini 0,9 prosent.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum ikki at hava eitt arbeiði, eru tøk at arbeiða fulla tíð og søkja arbeiði. 

Arbeiðsloysið hevur seinasta árið verið støðugt. Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er tað sama sum í september í fjør. 

[px-graph-1]

Í september vóru 330 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 20 fleiri enn í sama mánaði árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í september vóru tað 272 fulltíðararbeiðsleys, sum eru sjey fleiri enn í september í fjør. 

[px-graph-2]

Arbeiðsloysið minni hjá kvinnum

Í september vóru 112 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys svaraði hetta til 90 kvinnur. Tað er eitt arbeiðsloysi á 0,6 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað árið fyri. 

Av monnum vóru 218 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsleysar menn, so vóru teir 182, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er ein øking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri. 

[px-graph-3]

Flest arbeiðsleys í Suðuroyar øki

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir bústaðarøki. Í september var tað bert í Suðuroyar øki, at arbeiðsloysið var meira enn 1 prosent. 

Arbeiðsloysið var minst í Norðoya, Eysturoyar og Vága økjum við 0,7 prosentum. 

Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Eysturoyar øki, Norðoya øki, Sandoyar øki, Streymoyar øki (norður), Streymoyar øki (suður), Suðuroyar øki, Vága øki.

[px-graph-4]

Minst hjá teimum yngstu og elstu 

Býtt á aldursbólkar var minsta arbeiðsloysið hjá teimum yngstu (16-24 ár) við 0,6 prosentum og teimum elstu (55-66 ár) við 0,7 prosentum. Størsta arbeiðsloysið í september var millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu við ávíkavist 1,1 og 1,3 prosentum. 

Seinastu tvey árini hevur arbeiðsloysið verið størst millum tey 25-34 ára gomlu og 35-44 ára gomlu.

[px-graph-5]

Flest eru arbeiðsleys millum ein og tríggjar mánaðir 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, góð 32 prosent, av teimum arbeiðsleysu í september vóru arbeiðsleys millum ein og tríggjar mánaðir.  

Í september vóru 35 persónar ella gott og væl 11 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Á myndini sæst, at talið av langtíðararbeiðsleysum er rættiliga støðugt yvir tíð. 

[px-graph-6]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og virkin arbeiðssøkjandi. 

Hvussu verður arbeiðsloysið uppgjørt hagfrøðiliga?

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið úr Arbeiðsmegikanningini, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

 

PX Web Graph News