Innflutningur av vørum
18. nov 2025
Innflutningsvirðið av tilfari til fóðurframleiðslu vaksið nógv

Virðið á øllum innfluttum vørubólkum, undantikið vørubólkurin "maskinur, motorar, skip og akfør", vaks seinastu 12 mánaðirnar. Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljum er vaksið fyri fyrstu ferð síðani juli 2023.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum ella góð 11 prosent.
Innflutningsvirðið av rávøru til virkingar er vaksið nógv seinasta árið. Hetta er eitt nú rávøra til fiskavirki í vørubólkinum "0 - Matvørur og livandi djór", tilfar til fóðurframleiðslu og annað í bólkunum "4 - Djóra- og plantuoljur" og "5 - Evnafrøðiligt tilfar" umframt ymiskt annað tilfar í bólkinum "6 - Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni".
[px-graph-1]
Innflutningur skiftur á lond
Meiri er innflutt úr Norðuramerika og Asia annars í uppgerðarárinum, serstakliga úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Innflutningurin minkar eitt vet úr ES og veksur úr Evropa annars, tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
[px-graph-2]
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægum støði hesi seinastu tvey árini, hevur innflutningsvirðið verðið høgt seinastu tveir mánaðirnar. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin av flesu vørubólkunum er vaksandi. Eitt nú er innflutningsvirðið av vørubólki 4.2 fiskalýsi til framleiðslu vaksin við nærum 168 milliónir krónur og vørubólkur 7.2 maskinur til ídnaðarframleiðslu vaksin við 122,3 milliónum krónum. Fleiri vørubólkar eru minkaðir. Harundir bólkur 8.1, ið fyri tað mesta er forvirkaðir tilfarslutir til hús, og bólkur 7.8 akfør.
[px-graph-4]