Innflutningur av vørum
17. des 2025
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum meira enn tvífaldað

Virðið á øllum innfluttum vørubólkum vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin 165,5 milliónir krónur, ella 6,8 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið 193 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
[px-graph-1]
Innflutningur skiftur á lond
Meira er innflutt úr Norðuramerika og Asia annars í uppgerðarárinum, serstakliga úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Innflutningurin minkar eitt vet úr ES og veksur úr Evropa annars, tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
[px-graph-2]
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lágum støði hesi seinastu tvey árini, hevur innflutningsvirðið verðið høgt seinastu tveir mánaðirnar. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin er vaksandi í flesu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið av vørubólki 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" vaksin yvir 181 milliónir krónur og vørubólkur 0.8 "Fóður" er vaksin við nærum 126 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum bólki 8.1, ið fyri tað mesta eru viðgjørdir tilfarslutir til hús, og bólki 5.4 "Heilivágur og apoteksvørur".
[px-graph-4]