Innflutningur av vørum
16. sep 2026
Innflutningurin av akførum vaksin 175,5 milliónir krónur

Innflutt varð fyri góðar 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá august 2025 til juli 2026. Tað er knappar 1,3 milliardir krónur, ella 11,8 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum og livandi djórum er vaksin góð 231 milliónir krónur, ella 9,6 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 171 milliónir krónur av hesum er tó fiskur til virkingar.

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 159 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta rapsolja.

[px-graph-1]

Innflutningur skiftur á lond

Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin meira enn 300 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við knøppum 141 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við nærum 142 milliónum krónum. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við 158 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta djórarunnin olja og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja á umleið 250 milliónir krónur í miðal um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkinum 4.2 "Planturunnin olja og feitt" vaksið við 117,3 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 175,5 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum maskinur til fóðurframleiðslu í bólki 7.2 "Serligar maskinur til ídnaðarbrúk".

[px-graph-4]

PX Web Graph News