Innflutningur av vørum

Innflutningurin av brennievni vaksin 275 milliónir krónur

Innflutt varð fyri góðar 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá oktober 2025 til september 2026. Tað er knappar 1,3 milliardir krónur, ella góð 12 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er vaksin 275 milliónir krónur, ella 18 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. Innflutta nøgdin er minkað nærum 38 túsund tons.

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið meira enn 256 milliónir krónur. Hetta er helvt um helvt rapsolja og livralýsi.

[px-graph-1]

Innflutningur skiftur á lond

Innflutningurin úr flest øllum heimspørtum er vaksin. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin næstan 625 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av fiskaoljum, oljuúrdráttum og maskinum til fiskivinnuna vaksin við ávikavist 170, 154 og 144 milliónum krónum. Vøksturin í innflutningi úr ES stavar frá hægrin innflutningsvirði av brennievni og akførum.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja á umleið 250 milliónir krónur í miðal um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkinum 3.3 "Ráolja og framleiðslu úr olju" vaksin nærum 275 milliónir krónur. Bólkur 4.2 "Planturunnin olja og feitt" er vaksin góðar 116 milliónir krónur og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin meira enn 151 milliónir krónur. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum net og trol í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur".

[px-graph-4]

PX Web Graph News