Innflutningur av vørum
18. feb 2026
Innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin 347 milliónir krónur

Innflutningsvirðið í øllum vørubólkum, uttan bólkunum við brennievni og við ídnaðarvørum, vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 130 milliónir krónur, ella 5,4 prosent, í mun til 2024.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 347 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.
[px-graph-1]
Tær einstøku vørurnar vit innflyta mest av eru ymiskir oljuúrdráttir. Hetta er eitt nú fýringsolja til húsarhald og gassolja til skip. Fyri at skyna á einstøku oljuúrdráttunum, er innihaldið av svávuli viðmerkt. Næst eftir oljuúrdráttunum koma persónbilar, oksakjøt, sodavatn og sigarettir.
[px-graph-5]
Innflutningur skiftur á lond
Meira er innflutt úr øllum heimspørtum. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 300 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við 162 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við 146,9 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi.
[px-graph-2]
Innflutningurin úr Norðuramerika vaks við næstan 147 milliónum krónum frá 2024 til 2025. Vøksturin stavar í mestan mun frá størri innflutningi av fiski úr Grønlandi. Innflutningurin úr ES minkaði nógv frá 2022 til 2024, men vaks aftur við nærum 300 milliónum krónum frá 2024 til 2025.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin er vaksandi í flesu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið av vørubólki 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" vaksin nærum 250 milliónir krónur og vørubólkur 5.9 "Kemisk evni" er vaksin við næstan 80 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 Tógv, vevnaður og klædnavørur, har innflutningurin av tilfari til trol og nótir er minkaður nógv.
[px-graph-4]