Innflutningur av vørum
17. jun 2026
Innflutningurin av maskinum, skipum og akførum vaksin nærum hálva milliard krónur

Innflutt varð fyri góðar 11,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mai 2025 til apríl 2026. Tað eru knappar 1,2 milliardir krónur, ella 11,7 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin meira enn 370 milliónir krónur, ella 16,3 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á evnafrøðiligum tilfari er vaksið góðar 133 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta hveitigluten.

[px-graph-1]

Innflutningur av oljuúrdráttum

Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum er seinasta árið vaksið nærum 40 milliónir krónur, ella 2,7 prosent. Hetta stendst í høvuðsheitum frá, at innflutta nøgdin er vaksin umleið 4 prosent. Tó síggja vit, at virðið fyri hvørt innflutt kilo í apríl 2026 var 8,50 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026. 

[px-graph-5]

Innflutningur skiftur á lond

Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 491 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við góðum 136 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við góðum 129 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við nærum 327 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkunum 2.9 "Planturunnin og djórarunnin ráevni" og 4.2 "Planturunnin olja" vaksið við ávikavist 106,7 og 98,4 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 110,3 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til net, trol og nótir er minkaður nógv.

[px-graph-4]

PX Web Graph News
Viðm.: Hetta er eitt miðal av øllum oljuúrdráttum