Innflutningur av vørum
16. okt 2026
Innflutningurin úr ES vaksin 217 milliónir krónur

Innflutt varð fyri góðar 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá august 2025 til juli 2026. Tað er knappar 1,3 milliardir krónur, ella 11,8 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum er vaksin 162 milliónir krónur, ella 6,4 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. xxx milliónir krónur av hesum er tó fiskur til virkingar.

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 166 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta rapsolja.

[px-graph-1]

Innflutningur skiftur á lond

Innflutningurin úr flest øllum heimspørtum er vaksin. Innflutningurin úr ES er vaksin næstan 220 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við 148 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við 107 milliónum krónum. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við næstan 260 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta djórarunnin olja og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja á umleið 250 milliónir krónur í miðal um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkinum 4.2 "Planturunnin olja og feitt" vaksið við 116,7 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 145,4 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum maskinur til fóðurframleiðslu í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur".

[px-graph-4]

PX Web Graph News