Innflutningur av vørum
18. mar 2026
Innflutningurin úr ES vaksin nærum 480 milliónir krónur

Innflutt varð fyri nærum 11 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá februar 2025 til januar 2026. Tað eru knappar 750 milliónir krónur, ella 7,4 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkunum "brennievni og aðrar oljur" og "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 126 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið góðar 377 milliónir krónur. Serliga innflutningsvirðið á lýsi er vaksið.

[px-graph-1]

Innflutningur skiftur á lond

Meira er innflutt úr øllum heimspørtum uttan Afrika. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 480 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av djóra- og plantuoljum vaksin við nærum 240 milliónum krónum. Innflutningurin úr Norðuramerika er vaksin við góðum 145 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta fiskur úr Grønlandi.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónir krónur um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkunum 4.1 "Feitt og djórarunnin olja" og 4.2 "Planturunnin olja" vaksin við ávikavist 260,3 og 115,7 milliónum krónum og vørubólkur 5.9 "Kemisk evni" er vaksin við 91 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til trol og nótir er minkaður nógv.

Innflutningurin av akførum er vaksin við yvir 84 milliónum krónum. Tó er innflutningurin av el-bilum minkaður við nærum 50 milliónum krónum.

[px-graph-4]

PX Web Graph News