Innflutningur av vørum
16. jul 2026
Innflutningurin úr Evropa uttan fyri ES er vaksin meira enn 132 milliónir krónur

Innflutt varð fyri knappar 11,7 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juni 2025 til mai 2026. Tað er næstan 1,1 milliard krónur, ella 9,9 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.

Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 281 milliónir krónur, ella 11,8 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár. 

Innflutningsvirðið á evnafrøðiligum tilfari er vaksið góðar 130 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta hveitigluten.

[px-graph-1]

Innflutningur av oljuúrdráttum

Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum er seinasta árið vaksið 35 milliónir krónur, ella 2,3 prosent. Tó er innflutta nøgdin av brennievni minkað við góðum 17 túsund tonsum. Virðið fyri hvørt innflutt kilo í mai 2026 var 8,00 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026. 

[px-graph-5]

Innflutningur skiftur á lond

Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin góðar 265 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við góðum 108 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við góðum 129 milliónum krónum. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við góðum 132 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta djórarunnin olja og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.

[px-graph-2]

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 200 og 300 milliónir krónur um mánaðin.

[px-graph-3]

Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar

Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkunum 2.9 "Planturunnin og djórarunnin ráevni" og 4.2 "Planturunnin olja" vaksið við ávikavist 89,9 og 73,6 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 118,6 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til net, trol og nótir er minkaður nógv.

[px-graph-4]

PX Web Graph News
Viðm.: Hetta er eitt miðal av øllum oljuúrdráttum