Innflutningur av vørum
20. aug 2026
Innflutningurin úr Íslandi er vaksin 278 milliónir krónur

Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 374 milliónir krónur, ella 16 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 161 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta rapsolja.
[px-graph-1]
Innflutningur av oljuúrdráttum
Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum er seinasta árið vaksið nærum 48 milliónir krónur, ella 3,1 prosent. Tó er innflutta nøgdin av brennievni minkað við nærum 29 túsund tonsum. Virðið fyri hvørt innflutt kilo í juni 2026 var 6,20 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026 og 8,50 krónur kilo í apríl 2026.
[px-graph-5]
Innflutningur skiftur á lond
Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 275 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin við góðum 120 milliónum krónum og innflutningurin av akførum er vaksin við góðum 132 milliónum krónum. Innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við góðum 312 milliónum krónum. Hetta er fyri tað mesta djórarunnin olja og serligar maskinur til ídnaðarbrúk.
[px-graph-2]
Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. Árini 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES. Nú liggur innflutningsvirðið á umleið 450 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 300 og 400 milliónir krónur um mánaðin. Av londum uttan fyri ES er innflutningurin úr Íslandi vaksin mest, nevniliga 278 milliónir krónur.
[px-graph-3]
Innflutningur skiftur á SITC vørubólkar
Innflutningurin er vaksandi í flestu vørubólkunum. Eitt nú er innflutningsvirðið í vørubólkinum 4.2 "Planturunnin olja og feitt" vaksið við 116,8 milliónum krónum og vørubólkur 7.8 "Akfør" er vaksin við 144 milliónum krónum. Í nøkrum vørubólkum er innflutningurin minkaður. Harímillum í bólki 6.5 "Tógv, vevnaður og klædnavørur", har innflutningurin av tilfari til net, trol og nótir er minkaður nógv.
[px-graph-4]