26. feb 2026
Kanna lívskor í Føroyum fyri fyrstu ferð

Hevur tú møguleika at eta heitan døgurða annanhvønn dag? Hevur tú ráð at gjalda eina óvæntaða útreiðslu? Og ber til hjá tær at luttaka regluliga í frítíðarvirksemi?
Hetta eru nakrir av spurningunum í nýggju Lívskorakanningini, sum Hagstova Føroya er farin undir at gera fyri fyrstu ferð. Kanningin um lívskor verður afturvendandi og fer at geva hagtøl um, hvussu fólkið í Føroyum merkir gerandisdagin.
Kanningin lýsir lívskor í breiðum týdningi. Spurt verður um alt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnað og sosialar tørvir.
Ein av størstu kanningunum í Evropa
Kanningin er altjóða sambærlig og eitur European Union Statistics on Income and Living Conditions, stytt EU-SILC. Kanningin verður gjørd á hvørjum ári í flest øllum evropiskum londum og er mett at vera ein av størstu kanningunum í Evropa. Á føroyskum verður kanningin nevnd Lívskorakanningin. Hon ger tað møguligt at samanbera okkara lívskor við grannalondini og restina av Evropa.
Sama kanning í okkara grannalondum vísir eitt nú, at 15% av øllum húskjum í Danmark og Noreg siga, at útreiðslurnar til bústaðin eru ein tung fíggjarlig byrða. Í Íslandi og Týsklandi eru tey eitt sindur færri, ávikavist 13% og 12%, og í Niðurlondum 7%.
Eisini vísir kanningin, at í Niðurlondum eru tað 12 prosent og 10 prosent í Týsklandi, sum flestu vikur ikki hava ráð at brúka eina minni upphædd uppá seg sjálva/n. Í Danmark eru tað um 9 prosent, og 5 prosent í Noregi og Íslandi.
Serliga í Týsklandi eru nógv húski, sum ikki megna at gjalda størri óvæntaðar útreiðslur, heili 32 prosent. Hjá grannum okkara, Noreg, Íslandi og Danmark, eru tað fleiri enn fimmta hvørt húski, sum heldur ikki megnar hetta. Í Niðurlondum eru tað 17 prosent, sum ikki megna at gjalda eina stóra óvæntaða útreiðslu.
Hvør fær kanningina og hvussu?
6.000 húski – ella næstan triðja hvørt húski í Føroyum – fáa kanningina næstu dagarnar.
Kanningin tekur millum 20 og 45 minuttir at svara. Hon er rúgvismikil, men lagt er soleiðis fyri, at tað er so lætt at svara, sum til ber.
Kanningin verður send umvegis Mínboks. Fólk, sum ikki hava Mínboks, verða uppringd. Eisini fara vit at ringja til teirra, sum ikki hava svarað, tá freistin er farin. Freistin at svara kanningini er 8. apríl. Øll svar verða viðgjørd í trúnaði og verða einans nýtt til hagtalsendamál.
Væntandi verða fyrstu føroysku hagtølini um lívskor tøk seinni í ár.