Fólkatal
10. des 2025
Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin var 0,6%

1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 343 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí at færri fluttu úr Føroyum.

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. 

Tann 1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

[px-graph-1]

Minni fráflyting og størri føðital

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 182 fólk og einari nettoflyting á 161 fólk. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvfjerðs fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Nettoflytingin var á leið 100 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí fráflytingin var minni. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

nov

Flytingarnar við tað sama

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað vísir, at flytingarnar hava ligið í einari støðugari legu seinastu mánaðirnar. Fráflytingin er um 120 í miðal um mánaðin, meðan tilflytingin er um 130 í miðal um mánaðin. Gloppið ímillum til- og fráflyting, t.e. nettoflytingin er tí lítið — um 10 í miðal mánaðarliga. 

[px-graph-3]

Fleiri fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum er spakuligt vaksandi, meðan gongdin í deyðatalinum meira støðug. 

[px-graph-4]

Færri uttan bústaðartilknýti leggjast afturat

Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti vaksin úr 1,9 upp í 5,1 prosent. Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti stóðu fyri umleið 85 prosentum av samlaða fólkavøkstrinum. Síðan tá hevur teirra íkast til fólkavøksturin verið minkandi. Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av fólkavøkstrinum, meðan tey hetta seinasta árið stóðu fyri einum triðingi av fólkavøkstrinum. 

Myndin niðanfyri vísir fólkatalið í Føroyum skift á bústaðartilknýti. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti. Nevnast skal, at tá talið av fólki við og uttan bústaðartilknýti broytist, kann tað bæði koma av teimum fýra táttunum, sum ávirka fólkatalið, men eisini av teimum, sum hava lokið aðra av treytunum fyri bústaðartilknýti. 

Meir kann lesast um bústaðartilknýti á temasíðuni.

[px-graph-5]

Fólkatalið í kommununum 

Um tveir triðingar av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu. Harumframt var fólkavøksturin lutfalsliga stórur í Sjóvar, Sørvágs og Sands kommunu. 

Fólkatalið minkaði í tólv av teimum 29 kommununum — mest í Vága og Tvøroyrar kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. november 2024 og 2025.  

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum