Fólkatal
10. nov 2025
Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin var 0,6%

Fólkavøksturin heldur fram, og tann 1. oktober búðu 54.858 fólk í Føroyum. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.
[px-graph-1]
Fleiri børn fødd
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 177 fólk og einari nettoflyting á 140 fólk. Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvfjers fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá óvanliga fá børn vóru fødd. Nettoflytingin var á leið tað sama sum í undanfarna tíðarskeiði.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Færri flyta
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.
[px-graph-3]
Fleiri fødd og deyð
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin vísir, at vaksandi gongdin í føði- og deyðatalinum seinasta árið er flatað meira út.
[px-graph-4]
Færri uttan bústaðartilknýti leggjast afturat
Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti vaksin úr 1,7 upp í 5,1 prosent. Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti stóðu fyri umleið 85 prosentum av samlaða fólkavøkstrinum. Síðan tá hevur teirra íkast til fólkavøksturin verið minkandi. Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av fólkavøkstrinum, meðan tey hetta seinasta árið stóðu fyri einum triðingi av fólkavøkstrinum.
Myndin niðanfyri vísir fólkatalið í Føroyum skift á bústaðartilknýti. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti. Nevnast skal, at tá talið av fólki við og uttan bústaðartilknýti broytist, kann tað bæði koma av teimum fýra táttunum, sum ávirka fólkatalið, men eisini av teimum, sum hava lokið aðra av treytunum fyri bústaðartilknýti.
Meir kann lesast um bústaðartilknýti á temasíðuni.
[px-graph-5]
Fólkatalið í kommununum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. Næststørsti fólkavøkstur var í Nes og Sørvágs kommunu, har fólkatalið vaks við 41 í hvørjari kommunu svarandi til ávikavist 2,6 prosent og 3,3 prosent.
Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Fuglafjarðar kommuna.
Fólkatalið minkaði í tólv kommunum — mest í Sunda, Vága og Tvøroyrar kommunu.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2024 og 2025.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.