Fólkatal
10. okt 2025
Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. september — vøksturin var 0,6%

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár. Fólkatalið er nú farið niður um 55.000 eftir at hava ligið oman fyri 55.000 í nakrar mánaðir. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.
[px-graph-1]
Størri burðaravlop og nettoflyting
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 fólk og einari nettoflyting á 194 fólk. Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var á leið tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði. Orsøkin var, at færri fluttu úr Føroyum.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Færri flyta
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.
[px-graph-3]
Fleiri fødd og deyð
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í bæði føði- og deyðatalinum er vaksandi. Gongdin í føðitalinum veksur tó eitt sindur meir enn gongdin í deyðatalinum veksur.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr.
Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, har fólkatalið vaks við knapt fýra prosentum seinasta árið.
Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Runavíkar, Sørvágs, Nes, Fuglafjarðar og Sands kommunur.
Fólkatalið minkaði í tíggju kommunum — mest í Vága, Tvøroyar og Hvalbiar kommunu.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2024 og 2025.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.