12. nov 2025
KT-mennari til Hagstovu Føroya

Vit byggja okkara skipanir eftir altjóða leisti fyri hagstovur, so framleiðslan av hagtølum um føroyska samfelagið fylgir givnum góðskukrøvum og gongur so smidliga sum til ber.
Python, R, C# og SQL Server er kjarnan í okkara KT-skipanum. Brúkaraflatur verða mentar í ávíkavist React.js og Python.
Menning av hagtalsframleiðslu fevnir um innheintan av dátum, dátuviðgerð, greining og útgávu. Tín leiklutur verður millum annað at forrita transformatión av rádátum frá ymsum keldum til struktureraðar hagfrøðiligar dátur og at byggja skipanir til viðgerð av dátum.
Arbeiðið er skipað í tøttum samstarvi við starvsfólkini á Hagdeildini, sum hava hagfrøðiligu ábyrgdina av hagtølunum.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.
Vit meta tað sum ein fyrimun, um tú:
- hevur royndir við forritan í Python, SQL, C# og R
- kennir til Git ella tílík útgávustýringsamboð
- arbeiðir skipað, men ert eisini kreativ/ur og sjálvstøðug/ur
- dámar at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi
- ert forvitin og trívist við fakligum avbjóðingum
Vit bjóða
- Eitt mennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at menna KT-skipanir, sum geva innlit í føroyska samfelagið.
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
- At arbeiða í royndum toymi, har KT-skipanir og hagtøl ganga hond í hond
- Altjóða útsýni gjøgnum samstarv við hagstovur í øðrum londum
- Góðar arbeiðsumstøður í hølum í Albert Hall á Argjum, við felags matstovu
Løn og treytir
Lønin er sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Soleiðis søkir tú
Hevur tú spurningar um starvið, løn ella onnur viðurskifti, kanst tú venda tær til Gilla Wardum, stjóra, á 352850 ella gilli@hagstova.fo ella Egil Hofgaard, leiðara á KT-deildini, á 352807 ella egil@hagstova.fo.
Umsóknin skal vera Hagstovuni í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 30. novembur 2025 á midnátt. Umsóknin skal sendast til starv@hagstova.fo.
Stutt um Hagstovuna
Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan at taka avgerðir, granska og kjakast, og er ein týðandi grundarsteinur í einum framkomnum fólkaræði.
Persónlig og faklig menning eru fyritreytir fyri ein vælvirkandi stovn, og vit leggja stóran dent á at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum. Vit stimbra eina mentan, har dentur verður lagdur á dygd, samstarv og álit.
Á Hagstovuni starvast um 20 fólk.