Fólkatal
05. okt 2022
Lága burðaravlopið minkar um fólkavøksturin

Tann 1. september í ár var fólkatalið 54.081. Tað er vaksið við 636 fólkum ella við 1,2% í mun til somu tíð í fjør. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Tann 1. september í ár var fólkatalið 54.081. Tað er eitt sindur minni enn mánaðin frammanundan, men tað er vanligt við eini minking í august, tá fleiri fara uttanlands í lestrarørindum. Um gongdin verður sum í fjør, gongur ikki long tíð, áðrenn fólkatalið aftur er á sama støði sum mánaðin frammanundan.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Síðan 1. september í fjør er fólkatalið vaksið við 636. Vøksturin kemur av eini nettoflyting á 502 og einum burðaravlopi á 134. Nettoflytingin líkist nógv henni í undanfarna tíðarskeiði, meðan burðaravlopið er minkað meira enn helvtina. 

Talvan niðan fyri vísir broytingar í fólkatalinum í seinasta og í undanfarna tíðarskeiði.

n

Nettoflyting

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Munurin millum til- og fráflyting er øktur eitt sindur seinasta árið, og nú flyta á leið 45 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Hetta er eitt sindur meira enn fyri einum ári síðani. 

[px-graph-2]

Burðaravlop

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at burðaravlopið, ella munurin millum fødd og deyð, er minkað nógv seinastu mánaðirnar. Tað kemur serliga av, at fleiri eru deyð, enn vanligt hevur verið. Trendurin gevur tó ábending um, at høga deyðatalið seinastu mánaðirnar er minkandi. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.

[px-graph-3]

Kommunur

Nógv tann størsta kommunan er Tórshavnar kommuna. Har búgva áleið 23.000 fólk, sum er 43% av samlaða fólkatalinum. Næst Tórshavnar kommunu eru Klaksvíkar kommuna við 5.400 íbúgvum og Runavíkar kommuna við góðum 4.300 íbúgvum. Tað svarar til ávikavist 10% og 8% av samlaða fólkatalinum.

Størsti vøksturin í fólkatalinum seinasta árið var í Nes kommunu við 4%. Næststørsti vøkstur á 3,6% var í Eiðis kommunu, sum nú hevur fleiri enn 800 íbúgvar. 

Størsta minkingin seinasta árið var í Húsavíkar kommunu, har fólkatalið minkaði við 6,3%. 

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum