Almennar útreiðslur
08. okt 2026
Minni almennar íløgur í 2025

Almennu útreiðslurnar vóru knapt 15,1 milliard krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 86,4 milliónir krónur ella 0,6 prosent í mun til 2024. Laki útreiðsluvøksturin kemur í høvuðsheitum av, at bæði land og kommunur høvdu minni løguútreiðslur í 2025.

Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru knapt 15,1 milliard krónur í 2024, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 15,5 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt yvirskot á knappar 400 milliónir krónur í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, danskar ríkisstovnar í Føroyum og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta. Samlaðu útreiðslurnar hjá bæði lands- og kommunugeiranum minkaðu eitt vet, ímeðan útreiðslurnar hjá ríkisstovnunum og sosialu trygdargrunnunum vuksu.

[px-graph-1]

Almennu íløgurnar minkaðu

Almenni geirin gjørdi íløgur fyri 1,6 milliardir krónur í 2025, sum er 23,3 prosent minni enn í 2024. Íløgurnar hjá landinum eru minkaðar tvey ár á rað, ímeðan hetta er fyrstu ferð íløgurnar hjá kommununum minka síðan 2021.

Kommunalu íløgurnar í ítróttaranlegg minkaðu niður í eina helvt í mun til 2024, av tí at fleiri stórar verkætlanir stóðu lidnar í 2025, so sum stórhøllin við Tjarnir, svimjihøllin í Runavík og útbyggingin av svimjihøllini í Havn. Eisini íløgurnar í vegir eru minkaðar, síðan Havnavegurin stóð liðugur í 2025. Harafturímóti vuksu íløgurnar í dagstovnar við góðum 68 milliónum krónum samanlagt fyri allar kommunurnar.

Eisini íløgurnar hjá landinum minkaðu í 2025. Íløgur í tunlar og vegir minkaðu við eini helvt, av tí at tunlarnir Norður um Fjall blivu lidnir í 2024, og Fámjinstunnilin bleiv liðugur í juni 2025. Útreiðslurnar til útbyggingina av sjúkrahúsinum vóru eisini nakað minni í 2025 enn undanfarin ár. Harafturímóti vóru størri íløgur gjørdar í Fróðskaparsetrið.

[px-graph-2]

Rakstrarútreiðslurnar vaksa enn støðugt

Rakstrarútreiðslurnar, sum eru útreiðslur til lønir, vørur og tænastur, veitingar og flytingarútreiðslur annars, vuksu frá 12,6 milliardum krónum í 2024 til 13,4 milliardir krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 5,7 prosent. Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum vuksu við 7,2 prosentum, ímeðan rakstrarútreiðslurnar hjá landinum vuksu við 2,5 prosentum.

Flestar útreiðslur til aldurdóm

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipaði virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd', sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru 5,55 milliardir krónur í 2025 og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu almennu útreiðslunum. 

Nærum helvtin av útreiðslunum til almannavernd, 2,5 milliardir krónur, vóru útreiðslur og veitingar í samband við aldurdóm. Tað er 121,4 milliónir krónur ella 5,2 prosent meira enn í 2024. Næststørsti bólkurin undir 'almannavernd' eitur 'Familja og børn', og her bólkast millum annað dagstovnar og barnavernd. Útreiðslurnar í bólkinum 'familja og børn' vóru 1,4 milliardir krónur í 2025, sum er ein vøkstur á 14 prosent í mun til útreiðslurnar í 2024. Vøksturin kemst av øktum íløguvirksemi innan dagstovnaøkið.

[px-graph-3]

Ymiskt, hvussu norðurlendsku skattakrónurnar verða raðfestar

Í grannalondunum telur almannavernd eisini størsta partin av almennu útreiðslunum. Ymiskt er tó, hvussu londini raðfesta hini økini. Í Føroyum fara 14,3 prosent av almennu útreiðslunum til ’búskaparviðurskifti’, sum í høvuðsheitum eru vegir og tunlar, meðan tey í grannalondunum hava næstflestar útreiðslur innan heilsuøkið.

 

[px-graph-4]

 

Stutt um almennu útreiðslurnar

Almennu útreiðslurnar eru gjørdar upp eftir COFOG (Classification of the Functions of Government), sum er ein altjóða flokking av almennum útreiðslum skiftar á virkisøki og geira, so hagtølini eru sambærlig við onnur lond.

Smærri broytingar í tølunum fyri 2022 til 2024

Í sambandi við útgávuna av almennari fyrisiting og tænastu fyri 2025 eru tølini fyri 2022, 2023 og 2024 endurskoðað. Endurskoðanin hevur havt smærri broytingar í tølunum við sær.

PX Web Graph News