Kommunal fíggjarviðurskifti
11. okt 2022
Nettoskuldin hjá kommununum vaksin seinnu árini

Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Útreiðslur til rakstur og íløgur eru hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum. Tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá kommununum er.

Hagtøl um fíggjarstøðuna hjá kommununum eru dagførd til og við 2021. Her sæst, hvat hvør kommuna hevur av útreiðslum til rakstur og til íløgur. Eisini sæst, hvat kommunurnar hava av skattainntøkum, ogn og skuld. Umframt tað eru tølini gjørd upp fyri hvønn íbúgva í kommununi, so tølini kunnu samanberast frá einari kommunu til aðra.

Rakstrar- og íløguútreiðslur størri enn inntøkur hjá kommunum

Útreiðslur til rakstur og íløgur fyri hvønn íbúgva hava verið hægri enn inntøkurnar frá skattum og avgjøldum fyri hvønn íbúgva í kommunala geiranum í tíðarskeiðnum 2018 til 2021. Munurin er meira enn túsund krónur fyri hvønn íbúgva í 2021. Munurin er nú minni, enn hann hevur verið seinastu trý árini frammanundan. Útreiðslurnar vóru eisini størri enn inntøkurnar hjá kommununum árini 2007 til og við 2009.  

[px-graph-5]

Hóast at útreiðslur til rakstur og íløgur fyri hvønn íbúgva minkaðu í 2021, so halda rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum fram at vaksa, og eru øktar við seks til sjey prosentum árliga seinastu árini. Tað eru hinvegin íløgurnar, sum eru orsøkin til, at útreiðslur til rakstur og til íløgur fyri hvønn íbúgva eru minkaðar. Í 2021 eru íløgurnar minkaðar við einum triðingi. Kommunurnar hava havt nógv íløguvirksemi seinastu árini. Fleiri fólkaskúlar eru bygdir, umframt at eitt nú íløgan í Tórshavnar Havn hevur verið stór. Í 2019 og 2020 vóru samlaðu íløgurnar hjá kommunum oman fyri 900 milliónir krónur.

Samlaðu kommunuskattainntøkurnar standa mest sum í stað, samstundis sum fólkatalið er vaksið. Tað merkir, at færri skattainntøkur eru til hvønn íbúgva. Í 2020 og 2021 fingu kommunurnar um 2,7 milliardir krónur í skattum og avgjøldum. 

[px-graph-6]

Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju eftir, hvussu stórar útreiðslur til rakstur og íløgur tær høvdu fyri hvønn íbúgva í 2021. Tað er ymiskt, hvussu fíggjarstøðan hjá ymsu kommununum er. Fuglafjarðar kommuna hevur størstar útreiðslur fyri hvønn íbúgva. Útreiðslurnar fyri hvønn íbúgva eru næstan 75 túsund krónur. Næst henni kemur ein av størstu kommunum í landinum, Klaksvíkar kommuna, við stívliga 72 túsund krónum fyri hvønn íbúgva.

Niðast á myndini er Sumbiar kommuna við næstan helvtini av rakstrar- og íløguútreiðslunum fyri hvønn íbúgva hjá kommunum við hægst útreiðslum.

[px-graph-1]

Skattainntøkurnar hjá flestu kommununum liggja millum 45 og 55 túsund krónur fyri hvønn íbúgva. Fugloyar kommuna hevur størstar skattainntøkur fyri hvønn íbúgva í 2021. Fugloyar kommuna hevur eisini hægstu miðalinntøkuna av øllum kommunum. Næst henni á myndini er Skúgvoyar kommuna. Fugloyar kommuna hevði tvífalt so stórar inntøkur av skattum og avgjøldum fyri hvønn íbúgva sum kommunurnar niðast á myndin.

[px-graph-2]

Nettoskuldarbyrðan hjá kommununum oman fyri 30 prosent

Nógvar kommunur hava havt undirskot samlað sæð seinastu fýra árini, sostatt er nettoskuldarbyrðan vaksin. Nettoskuldarbyrðan er nettoskuld býtt við skattir og avgjøld. Kommunurnar eru meira skuldabundnar nú, enn tær hava verið seinastu árini. Í 2017 var nettoskuldarbyrðan hjá kommununum tilsamans sløk seks prosent. Í 2021 er nettoskuldarbyrðan vaksin í góð 30 prosent.

[px-graph-4]

Nettoskuldin í kommunala geiranum er vaksin støðugt síðani 2017. Nettoskuldin fyri hvønn íbúgva var næstan 16 túsund krónur í 2021. Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri at finna eina størri nettoskuld fyri hvønn íbúgva. 

[px-graph-3]

Átta kommunur hava ikki nettoskuld men nettoogn. Hetta eru alt smáar kommunur. Nettoognin hjá Fugloyar kommunu er næstan 142 túsund krónur fyri hvønn íbúgva.  Størsta kommuna í landinum, Tórshavnar kommuna, hevur eina lítla nettoskuld. Tvær stórar kommunur skylda nógv, tað eru Fuglafjarðar og Klaksvíkar kommunur. í 2021 var nettoskuldin ávikavist 56 og 53 túsund krónur fyri hvønn íbúgva. 

PX Web Graph News