Inntøkubýti
22. apr 2026
Ójavnin í javnvirðisinntøku minkaði í 2024

Talvur við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2024.
Fleiri mát verða brúkt til, at lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi. Tvey av teimum mest nýttu eru gini-talið og fimtingslutfallið.
Grundarlagið undir mátunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka grundað á húskisinntøku og samanseting av húski eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video).
Ikki stórar broytingar í gini-talinum
Gini-talið lýsir ójavnan í býtinum í javnvirðisinntøku.
Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
Í 2024 lækkaði gini-talið niður í 21,8 samanborið við 22,6 árið fyri. Tað er fýra ár síðani, at gini-talið kvinkar niðureftir. Seinastu tíggju árini hevur gini-talið ligið allarflestu árini millum 21 og 23.
[px-graph-3]
Ovasti fimtingurin tríggjar ferðir størri inntøku
Sama mynstur vísir seg, tá hugt verður eftir fimtingslutfallinum, sum er eitt annað mát fyri inntøkubýti í javnvirðisinntøku. Fimtingslutfallið ella 80/20-mátið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborðið við tann lægsta fimtapartin.
Í 2024 hevði ovasti fimtingurin 3 ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin. Í 2023 var inntøkan 3,1 ferðir størri.
[px-graph-4]
Nakað minni ójavni í Føroyum sammett við aðrastaðni
Gini-talið í Føroyum er minni enn í londunum kring okkum. Í Danmark og Svøríki er gini-talið 28-29 og samlað fyri ES-lond er gini-talið 29. Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, har tað er 34. Noreg hevur eitt gini-tal á 24. Sostatt eru húskisinntøkurnar eftir javnvirðing í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við.
[px-graph-4]
Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um inntøkubýti, har greitt eisini er nærri frá allýsingini av fimtingslutfallinum í einum video.