Brúkaraprístal
19. apr 2023
Prísirnir hækka framvegis, men ikki við somu ferð — vøksturin er 8,3%

Prísvøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Brúkaraprístalið er vaksið 8,3 prosent seinasta árið. Tað eru hækkandi rentur og streymprísur, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað 2023.

[px-graph-1]

Prísvøkstur í øllum høvuðsbólkum

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Hóast inflasjónin tykist at vera minkandi, og vit skulu aftur til mai í 2022 fyri at síggja ein lakari árligan prísvøkstur, so er framvegis vøkstur í øllum høvuðsbólkum. 

[px-graph-2]

Prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir góð 13%

Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum er 13,3 prosent.

[px-graph-3]

Um hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, eru hækkaðir við næstan 27 prosentum. Prísurin á breyði og øðrum vørum úr korni hækkar framvegis. Tað er serliga rís og pasta, sum er vorðið dýrari síðani seinastu uppgerð. Breyð og kornvørur er dýrkað góð 15 prosent seinasta árið. Grønmeti er vorðið sløk 16 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Kaffi, te og kakao er dýrkað við meira enn 20 prosentum.

[px-graph-4]

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð 7 prosent, og prísirnir á sodavatni sløk 6 prosent. Tað er ein munandi lakari prísvøkstur enn á øðrum mat- og drykkjuvørum. Sostatt hevur tað verið minni dýrt hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti í mun til matvørur, ið kunnu metast sum neyðsynjarvørur, seinasta árið.

Rentuútreiðslur og streymprísur størst ávirkan

Tað sæst aftur, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp. Rentuútreiðslurnar hava størstu ávirkanina á brúkaraprístalið hesa ferð. Eisini er prísurin á streymi hækkaður. Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir sløk 15 prosent frá februar 2022 til februar 2023. ​

[px-graph-7]

Prísvøksturin hevur tó verið størri í uppgerðunum undan hesari. Tá hevur tað verið prísurin á brennievni til at hita býli, ið hevur havt størri ávirkan. Stóru príshækkingarnar á brenniolju, sum byrjaðu í 2021, ávirka tó framvegis prísgongdina.

[px-graph-5]

Prísgongdin í Føroyum líkist gongdini í øðrum londum

Í februar var árligi prísvøksturin í Danmark 7,6 prosent og nakað lakari enn prísvøksturin í Føroyum. Prísvøksturin í Noregi hevur verið lakari enn í hinum Norðurlondunum og Evropa annars seinasta árið. Í februar var prísvøksturin 6,3 prosent. Í Svøríki og Íslandi harafturímóti var nakað hægri prísvøkstur á ávikavist 12 prosent og 10,2 prosent. Miðal prísvøksturin fyri ES-londini var 9,9 prosent. Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

[px-graph-6]

 

Stutt um brúkaraprístalið

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni húsarhaldunum í Føroyum. Tað er eitt búskaparfrøðiligt vísital, sum verður nýtt til at máta broytingar í prísum á teimum vørum og tænastum, sum húsarhaldini rinda fyri. Brúkaraprístalið er sostatt eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga eftir altjóða leisti – í februar, mai, august og november – tí ber til at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

PX Web Graph News
Viðm.: Fevnir ikki um drykkjuvørur við alkoholi