Brúkaraprístal
24. jun 2026
Prísurin á brenniolju hækkaður góð 34 prosent

Brúkaraprístalið er hækkað 2,4 prosent seinasta árið. Serliga eru tað hækkandi oljuprísirnir, og draga prístalið uppeftir.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í ár.

[px-graph-8]

Prístalið hækkað seinasta árið

Prístalið hækkaði 2,4 prosent frá mai 2025 til mai 2026. Størsta orsøkin til prísvøksturin stavar frá hækkandi brennioljuprísi.

[px-graph-1]

Misjøvn prísgongd

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja býli og flutningur næst og triðmest hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á býli og flutningi eru bæði hækkaði 3,7 prosent. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta frá hægri brennioljuprísum.

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

 

[px-graph-2]

 

Grønmeti er bíligari

Í mai 2026 vóru mat- og drykkjuvørur 1,1 prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.

[px-graph-3]

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kjøt, kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er 7 prosent fyri kjøt og næstan 8 prosent fyri kaffi, te og kakao. Av kjøtvørum er tað høsnakjøt, sum er dýrkað mest.

Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað sannlíkt frá at MVG ikki longur verður lagt á hesar vørur.  

[px-graph-4]

Brennievni til býli og flutning

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli og til flutning eru báðir í miðal hækkaðir næstan fýra prosent frá mai í 2025 til mai í 2026. Tó hevur broytingin fyri býli verið nógv størst seinasta ársfjórðingin, har prístalið er farið úr 139 upp í nærum 154.

[px-graph-7]

Miðalrentan er lækkað nærum 32 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á brenniolju hækkaður góð 34 prosent. Hesi toga hvør sín veg, so prístalið fyri býli hækkaði í miðal 3,7 prosent í mai 2026.

Príshækkingin á brennievni til bilar ávirkar prístalið fyri flutning. Prístalið fyri brennievni til bilar hækkaði nevniliga 13,2 prosent.

Meirvirðisgjaldið á brennievni til akfør var tikið av hálvan mai, og kann hetta vera orsøkin til at prísvøksturin er lægri fyri brennievni til bilar enn fyri brenniolju til húsarhald. Prísurin á brennievni, fyri til dømis mai mánað, veður roknaður sum miðal av dagsprísunum allar dagar í mai.  

[px-graph-8]

Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur

Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan. 

Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv. 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.

PX Web Graph News