Útflutningur av vørum
17. sep 2025
Prísurin á útfluttum makreli tvífaldaður

Útflutningurin fyri juli er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið august 2024 til juli 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 193 milliónir krónur, ella nærum tvey prosent. Útflutningurin av so at siga øllum fiskasløgum gongur fram, meðan útflutningsvirðið av laksi, fóðri, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum gongur aftur. Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli, lýsi og líknandi fiskaúrdráttum er samanlagt minkaður við meira enn einari milliard krónum.
Útflutningurin av laksi minkaði 85,5 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið minkaði 1,5 prosent, meðan nøgdin vaks 17,3 prosent. Hetta svarar til at prísurin er lækkaður 16 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 840 milliónir krónur, ella góð 90 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin 25 prosent.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Prísurin á makreli hevur ligið um 10 krónur kilo seinastu árini. Onkrar mánaðir er prísurin komin upp móti 15 krónur kilo, men nú er prísurin farin upp um 20 krónur kilo.
[px-graph-4]
Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsti vøksturin er í útflutningi til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til "Evropa annars" er minkaður 24 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin 517 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Hetta er fyri tað mesta USA.
[px-graph-4]
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania. Seinastu árini er útflutningurin til Spania vaksin úr umleið 50 milliónum krónum um mánaðin til nærum 100 milliónir krónur um mánaðin. Útflutningurin til Russlands fór niður á eitt lægri stig tá laksaútflutningurin til Russlands steðgaði í 2022.
[px-graph-5]