Skattir
10. sep 2026
Skattainntøkurnar vaksa, men skattatrýstið minkar

Almennu inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 12,1 milliard krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 414,5 milliónir krónur, ella 3,5 prosent í mun til 2024. Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var 5,6 prosent, sum er størri enn vøksturin í skattainntøkunum, og harvið minkaði skattatrýstið.
[px-graph-1]
Persónligi inntøkuskatturin telur góð 41 prosent
Persónligi inntøkuskatturin sum húsarhaldini gjalda, er størsta inntøkukeldan hjá almenna geiranum. Inntøkurnar frá persónliga inntøkuskattinum vóru góðar 5 milliardir krónur í 2025, og hava tær verið støðugt vaksandi síðan 2012.
Ein skattainntøka sum hevur verið minkandi hvørt síðan 2019, men sum vaks við 82,5 prosentum í 2025, er inntøkan frá skrásetingargjaldi á motorakfør. Vøksturin kemur helst av, at elbilar frá 2025 skuldu rinda hægri skrásetingargjald. Eisini vaks inntøkan frá brennioljugjaldi munandi, av tí at avgjaldið fyri hvønn litur hækkaði í byrjanini av árinum. Hóast stóran vøkstur í inntøkunum frá nøkrum avgjøldum, minkaðu samlaðu inntøkurnar frá avgjøldum. Hetta tí, at inntøkurnar frá størstu avgjaldspostunum, so sum meirvirðisgjaldi og tøkugjaldi á alivinnu, minkaðu.
[px-graph-7]
Myndin niðanfyri vísir býtið millum skattasløgini í talvuni omanfyri. Inntøkuskattir, sum fevnir um eitt nú lønarskatt, vinnufelagsskatt og kapitalvinningsskatt, telja 56,9 prosent av skattainntøkunum. Avgjøld á vørur og tænastur telja 29,6 prosent, kravd sosial tryggingargjøld telja 12,1 prosent og ognarskattir, sum eru arvagjøld og vegskattur, telja 1,4 prosent.
[px-graph-3]
Skattatrýstið minkaði
Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Skattatrýstið var tá 43,7 prosent. Síðani er tað minkað á hvørjum ári inntil í 2024, tá tað aftur vaks. Skattatrýstið minkaði aftur í 2025 úr 42 prosentum niður í 41,2 prosent.
[px-graph-4]
Næsthægsta skattatrýst í Norðurlondum
Sammett við hini Norðurlondini, liggja Føroyar á øðrum plássi, tá tað kemur til skattatrýst. Í Danmark er skattatrýstið 44,1 prosent sum er 2,9 prosent-stig hægri enn í Føroyum – harfrá eru 7,6 prosent-stig niður til Ísland, sum hevur eitt skattatrýst á 36,5 prosent.
[px-graph-5]
Øll uppgjørdu mátini fyri skattatrýst minkaðu í 2025
Ymiskir hættir eru at rokna skattatrýst. Tillagaða skattatrýstið vísir millum annað, hvussu stórur partur av tøku bruttotjóðarinntøkuni, sum er eitt mát fyri inntøkurnar hjá øllum borgarum og búføstum eindum tilsamans, fer til almenna nýtslu. Tá eru peningaligar veitingar til borgararnar og stuðul til feløg og vinnu ikki tald sum almenn nýtsla, tí hetta eru skattakrónur sum almenni geirin lutar út aftur til hinar innlendsku geirarnar. Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøka peninginum í samfelagnum, almenni geirin brúkar. Tillagaða skattatrýstið var 33,4 prosent í 2025.
[px-graph-6]
Ymisk mát fyri skattatrýst
Tað er ymiskt, hvussu skattatrýstið verður gjørt upp í ymiskum londum, og tí skulu samanberingar av skattatrýstinum millum lond gerast við fyrivarni.
Skattatrýst tilsamans
Tann mest vanligi uppgerðarhátturin, ið verður nýttur í altjóða samanberingum er, at allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til bruttotjóðarúrtøku í marknaðarprísum, og tað verður gjørt soleiðis:
Skattatrýst = skattur í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni
Rættað skattatrýst
Bruttotjóðarúrtøkan er øll framleiðslan í samfelagnum frádrigið nýtsluna í framleiðsluni. Bruttotjóðarúrtøkan vísir sostatt ikki, hvussu stór inntøkan í samfelagnum er. Ein partur av tjóðarinntøkuni eru lønarflytingar og ognarinntøka úr útlondum, og somuleiðis eru lønarflytingar og ognarinntøka í útlond ikki partur av inntøkuni. Tá lagt verður upp fyri hesum inntøkuflytingum, umframt rakstrarflytingum úr útlondum (eitt nú ríkisveiting úr Danmark) og rakstrarflytingum í útlond (menningarhjálp), fæst tøka bruttotjóðarinntøkan í marknaðarprísum.
Um allir skattir og øll avgjøld verða roknað í mun til tøku bruttotjóðarinntøkuna, sæst hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni almenni tænastugeirin fær í skattum og avgjøldum. Hetta verður nevnt rættað skattatrýst og verður roknað á henda hátt:
Rættað skattatrýst = skattur í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni
Tillagað skattatrýst
Ein partur av skattainntøkunum til tað almenna fer aftur til borgararnar sum inntøkuflytingar til húsarhaldini og stuðul til vinnulívið. Inntøkuflytingar eru ikki partur av bruttotjóðarúrtøkuni, tí talan er bert um umskipan av inntøkum og nýtslumøguleikum. Tøka almenna bruttoinntøkan vísir, hvussu nógv borgararnir gjalda av almennu nýtsluni og samansparingini (undantikið allar peningaligar almennar veitingar). Tillagaða skattatrýstið vísir sostatt, hvussu stóran part av tøku bruttotjóðarinntøkuni í samfelagnum almenni tænastugeirin hevur at ráða yvir til fyrisiting og tænastur. Tað verður roknað soleðis:
Tillagað skattatrýst = tøk almenn bruttoinntøka í prosentum av tøku bruttotjóðarinntøkuni
Faktorskattatrýst
Vøru- og framleiðsluskattir telja bæði í skattatrýstinum samanlagt og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni í marknaðarprísum. Verður ein stórur partur av skattunum goldin umvegis inntøkuskattir og ein minni partur umvegis vøru- og framleiðsluskattir, økist vanliga skattatrýstið, alt annað líka, hóast skattir tilsamans eru óbroyttir. Hædd verður tikin fyri hesum, um vøru- og framleiðsluskattir (netto) ikki verða tiknir við, og sokallaðir faktorprísir verða nýttir ístaðin fyri markanaðarprísir. Bruttotjóðarinntøkan uppgjørd í faktorprísum verður nevnd bruttofaktorinntøkan. Faktorskattatrýstið verður roknað soleiðis:
Faktorskattatrýst = skattur í prosentum av bruttofaktorinntøkuni