Gistingar
18. feb 2020
Stórur vøkstur hjá gistingarhúsunum í fjør

Tað vóru 168.000 skrásettar gistinætur á gistingarhúsum í 2019. Tað eru 16.500 ella 11% fleiri enn í fyrra ári. Hetta er størsti vøkstur síðani byrjað varð at skráseta fyri sjey árum síðani. Av gistingunum vóru tær flestu hjá ferðafólki úr Danmark við 30%.

Serliga stórur vøkstur í 2019

Á myndini niðanfyri sæst, at tað hevur verið ein javnur árligur vøkstur bæði í gistinætum og í innskrivingum, síðan byrjað varð við skrásetingini av gistingarhagtølum í 2013. Men her sæst eisini, at vøksturin í 2019 var munandi størri enn árligi vøksturin árini frammanundan.

Undir myndini er lýst, hvat er ein gistinátt og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

m1

Í 2019 var stórur vøkstur tíðliga á sumri og seint á heysti

Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda. Tó er merkisvert, at vøksturin nú er stórur longu í apríl, mai og juni, og sama er um heystið, har tað er serliga stórur vøkstur í oktobur og novembur.

m2

m3

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

Sum árini frammanundan vóru flestu gistingar hjá fólki úr Danmark

Flestu gistingarnar í 2019 vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark, svarandi til 30%. Soleiðis er á hvørjum ári. Síðani vóru næstflestu gistingarnar hjá føroyingum sjálvum við 18%, sum eisini er vanligt á hvørjum ári. Tá londini verða tikin saman í størri bólkum, koma onnur evropeisk lond uttan fyri Norðurlond við 23% og Norðurlond uttan Føroyar við 19%. So er eitt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Amerika, Asia, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 10%.

m4

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast og úr Noregi á triðja plássi, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir men eisini úr meira fjarstøddum londum. Merkisvert er, at eftir Danmark, Føroyar og Noreg kemur Norðuramerika, áðrenn Bretland, Ísland, Svøríki og Týskland.

Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið, búsitandi í Norðuramerika við 3.700, svarandi til ein vøkstur á 61% og síðani úr Danmark við 3.600, svarandi til ein vøkstur á 8%.

Lutfalsliga er eisini sera stórur vøkstur úr Spania við 65%, Fraklandi við 46% og Bretlandi við 37%.

Merkisvert er eisini, at størsta minkingin í gistinætum er hjá føroyingum sjálvum við næstan 2.000, svarandi til eina minking á 6%.

t1

Í miðal gista ferðafólk úr útlondum góða hálvatriðju nátt, føroyingar hálvaaðru

Út frá upplýsingum um tal av gistingarnætrum og innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri, har gistingarlongdin hjá føroyingum sjálvum og hjá útlendingum er gjørd upp hvør fyri seg (føroyingur er her ein, sum er búsitandi í Føroyum, og útlendingur, ein sum er búsitandi uttanlands).  

Stórur munur er her millum miðal gistingarlongd hjá føroyingum og hjá útlendingum. Hjá útlendingum er gistingarlongdin góðar hálvatriðju nátt og hjá føroyingum góða hálvaaðru nátt. Her verður roknað við gistingarlongd á sama gistingarstað og ikki roknað við, at somu persónar kunnu gista á ymiskum gistingarplássum á somu ferð.

m5

Góð 40% eru í starvsørindum – lítil munur millum føroyingar og útlendingar   

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey, frítíðar- ella starvsferð.

Tølini vísa at bæði í 2018 og 2019 er mynstrið tað sama: 42% av gestunum eru í starvsørindum og 58% á frítíðarferð.

Men býta vit sundur millum føroyingar og útlendingar er ein lítil munur: hjá útlendingum er lutfallið millum frítíðar- og starvsferðir ávikavist 58% og 42%, og hjá føroyingum ávikavist 60% og 40%. Ein munur er eisini her í broytingini frá 2018 til 2019: hjá føroyingum økjast tey við starvsferðarørindum úr 37 upp í 40%, meðan tey hjá útlendingum minka úr 44 til 42%. So býtið millum frítíðar- og starvsferðir hjá gistingarhúsgestum er nakað tað sama hjá føroyingum og útlendingum.

t2

Hvat er ein gistinátt og ein innskriving

Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gistinátt tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.