Fólkatal
10. jan 2023
Stívliga 54.200 fólk búðu í Føroyum í desember — vøksturin er 1,2%

1. desember í fjør búðu 54.227 fólk í Føroyum. Tað eru 620 fleiri enn árið frammanundan. Vøksturin svarar til 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4% til 1,2% uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Seinasta árið vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.

Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði.  Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettoflytingin við. 

des

Mong flyta frá  fleiri flyta til

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og seinasta árið hevur hon ligið millum 115 og 120 í miðal mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani 2020, og síðsta hálva árið hevur hon ligið millum 160 og165 í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið. 

[px-graph-2]

Færri verða fødd  færri fella frá

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Deyðatalið var óvanliga høgt í fyrru helvt av 2022, men síðani august eru deyðatølini minkað aftur. Hendan minkingin sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum. Trendurin vísir eisini, at gongdin í føðitalinum hevur verið sera støðug í gott og væl eitt ár.

[px-graph-3]

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. desember 2022 í mun til 1. desember 2021.

Fólkavøkstur var í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu. Fólkatalið minkaði í 10 kommunum. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúgvoyar kommunu. 

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum